Í gjárkvøldið um hálvgum níggjutíðina varð eitt ferðsluóhapp í Sverrisgøtu í Havn meldað til løgreglan. Tað sermerkta var tó, at tann, ið rendi á, rýmdi av staðnum uttan at siga frá.
Talan var um ein bil, sum bakkaði á ein annan bil.
Løgreglan hevði fingið at vita, hvør tað var, og koyrdi runt at leita eftir viðkomandi.
Tað eydnaðist løgregluni at finna bilførararn, og hann varð skuldsettur fyri at vera rýmdur av staðnum uttan at halda sínar skyldur.