Lise Aserud/AFP/Ritzau Scanpix

Sonur norsku krúnprinsessuna ákærdur fyri fýra neyðtøkur

Marius Borg Høiby, sonur Mette-Marit krúnprinsessu í Noreg, er ákærdur fyri 32 ákærur, sigur ríkisadvokaturin.

Lise Aserud/AFP/Ritzau Scanpix

Sonur norsku krúnprinsessuna, Marius Borg Høiby, er  skuldsettur í fleiri málum, harímillum fýra neyðtøkur.

 

Tað segði norski statsadvokaturin á tíðindafundi fyri løtu síðani.

 

Tilsamans er hann skuldsettur fyri 32 ákærur, sum umframt neyðtøkurnar fevna um misnýtslu í tøttum sambondum og fleiri harðskapsgerðir, skrivar NRK. Hann noktar seg sekan í neyðtøku.

 

Høiby er sonur norsku krúnprinsessuna, Mette-Marit.

 

Hann er ikki formliga partur av norsku kongsfamiljuni. Hetta kemst av, at hann er føddur áðrenn Mette-Marit giftist Haakon krúnprinsi, sum heldur ikki er pápi Høiby.

 

Málini móti Høiby byrjaðu 4. august í fjør, tá hann varð handtikin og skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á táverandi unnustu sína og vandalismu.

 

/Ritzau/

 

Lise Aserud/AFP/Ritzau Scanpix