150 Jehova Vitni vitja í Føroyum

Tíðindaskriv

Í sambandi við bíbliustevnuna hjá Jehova Vitnum í Føroyum, sum verður hildin 1.-3. juli á Eysturskúlanum í Havn, koma umleið 150 Jehova Vitni á vitjan. Gestirnir koma serstakliga úr Danmark; talan er bæði um føroyingar búsitandi niðri og um danir, sum vitja fyrstu ferð.

Ein stórur partur av teimum vitjandi fara helst at taka lut í arbeiðnum við at bjoða til stevnuna, sum hevur heitið "Gudlýdni". Serliga í Havn kunnu fólk vænta sær vitjan í næstum. Harafturat er eisini skipað fyri útferðum við báti og bussi, og eisini verður eitt føroyakvøld, har donsku gestirnar sleppa at royna føroyska matin.

Føroyska stevnan er ein mini-útgáva í eina stevnurøð, sum verður hildin kring allan heimin í 2005, og sum vanliga hevur omanfyri 15 millionir luttakarar.