Samuel Etoo skiftir til russiskan fótbólt og verður samstundis hægst lønti fótbóltsspælarin í heiminum. Tað er russiska felagið, Anzhi Makhachkala, sum hevur keypt skjóta framherjan frá italska Inter Milan.
Samuel Etoo var við til at kollvelta Barcelona og síðani at vinna Champions League við Inter Milan. Nú skal hann kollvelta russiskan fótbólt. Fyri eina ársløn upp á góðar 150 milliónir krónur, hevur framherjin úr Kamerun valt at royna eydnuna í Russlandi.
Danska ekstrablaðið vísur millum annað á, at Cristiano Ronaldo hevur eina ársløn upp á 90 milliónir krónur og at Lionel Messi hevur eina ársløn upp á 80 milliónir krónur.