150 tímar við fótbólti

SvF fer at senda umleið 150 tímar av fótbólti frá HM-endaspælinum í Týsklandi.
Flestu HM-dystirnir verða sendir beinleiðis. Í innleiðandi kappingini verður sum oftast ein dystur klokkan tvey, ein klokkan fimm og ein klokkan átta. Teir verða allir sendir beinleiðis. Í sambandi við dystin um kvøldið er HM-studio kl. 19.30 við ymiskum tilfari frá sjálvum endaspælinum, og stundum verða eisini føroyskar meiningar um dystirnar í sjónvarpsstovuni.
Av teimum 64 dystunum í HM-endaspælinum eru tað bara fýra dystir, ið Sjónvarpið ikki sendir í fullari longd.
Skráin hjá Sjónvarpinum verður nógv ávirkað av HM-fótbóltinum. Frá týskvøldinum eftir hvítusunnu verður Dagur & Vika klokkan sjey, og barnasendingarnar verða klokkan hálvgum fimm. Tey kvøldini Dagur & Vika ikki er, er barnasending á skránni klokkan sjey.