Nú eru tað næstan 15.000 húski í Føroyum, sum síggja sjónvarp frá fylgisveini. Tað vísir ein uppgerð hjá Fjarskiftiseftirlitinum.
Uppgerðin vísir, at á nýggjárinum vóru 14.921 føroyingar, sum hildu sjónvarp frá fylgisveini. Her kann leggjast afturat, at tilsamans eru eini 17.500 húski í Føroyum.
Tað eru at kalla bara tveir veitarar, sum føroyingar keypa fylgisveinasjónvarp frá, nevniliga Televarpið og Canal Digital.
Annars staðfestir Fjarskiftiseftirlitið, at talið á sjónvarpshaldum hevur verið fyri støðugari afturgongd seinastu árini.
- Høvuðsorsøkin er uttan iva, at nýtslan av interneti og internetsjónvarpi er vaksandi, heldur Fjarskiftiseftirlitið. Men seinna hálvár í fjør vaks talið aftur eitt.
Televarpið er nógv tann størsti veitarin við 9.398 haldum við árslok 2013 og Canal Digital er næststørsti veitari við 3.670 haldum við árslok 2013.
Uppgerðin vísir eisini, at hesi seinastu árini hevur Televarpið frigið frá Canal Digital á føroyska marknaðinum.
Seinna hálvár í 2007 hevði Televarpið 7.375 haldarar í Føroyum og Canal Digital hevði 6.054 hald.
Men 1. januar í ár hevði Televarpið 9.398 haldarar í Føroyum og Canal Digital hevði 3.670 haldarar. Sostatt hevur vøksturin hjá Televarpinum verið 22 prosent tilsamans hesi árini, ella 4,1 prosent í miðal.
Hinvegin hevur afturgongdin hjá Canal Digital verið 8 prosent um árið í miðal, ella tilsamans 39 prosent frá 2007 til árslok í 2013.
Í 2007 hevði Televarpið sostatt 55 prosent av marknaðinum og Canal Digital hevði 45 prosent, men nú hevur Televarpið 72 prosent av marknaðinum og Canal Digital hevur 28 prosent.
Annars byggir Televarpið alsamt út og nú eru fýra nýggjar sendistøðir settar upp, í Kaldbak, í Kaldbaksbotni í Haraldssundi og í Sandvík.
|