Jákup Eli hevur stóran áhuga fyri ellisakførum, og hevur hann átt fleiri gamlar bilar sum t.d. Jeep Wrangler og Ford Mustang.
Eftir at hann seldi sín Ford Mustang frá 1966 til Rúna Djurhuus, hevði hann eitt ynski um at keypa ein annan Mustang frá 1971.
Hann fór saman við fleiri í felagnum fyri amerikanskar bilar í Føroyum, Am Car Føroyar, á eina bilstevnu í Øster Urup nærindis Aalborg í Jútlandi. Har fall hann fyri hesum Buick'inum í somu løtu, hann sá bilin.
Jákup Eli fekk bilin heim við sær við Norrönu tveir dagar seinni eftir at hava tingast við eigaran um prísin.
Bilurin hevur ein serligan orange-littan lit. Hann líka penur undir botninum – enntá í sama liti sum alt hitt. Hann er sproytaður allur sum hann er.
Jákup Eli eigur og rekur fyritøkuna Blikksmiðjan á Lava. Har hann hevur góðar umstøður til at gera ymiskt t.d. hevur hann galvaniserað allar skrúvurnar í bilinum.
Motorurin er merktur 7.100 cc, hann er sera kvikur og hevur góða kraft.
Jákup Eli sigur, at hóast hetta er ein bilur, sum brúkar nógv bensin, er tað til at liva við um koyrt verður hóvliga.
Hann er við til koyritúrar saman við øðrum sum eiga amerikanskar veteranbilar. Tá ið veðrið er gott, fara teir út at koyra og hugna sær. Her eru lutfalsliga nógvir amerikanskir veteranbilar í Føroyum. Eisini er bilurin hjá Jákupi Eli at síggja til flaggdagkoyring og onnur tiltøk.
Bilurin er sera væl útgjørdur við t.d. fartpiloti, elektriskum rútum, og setrini framman kunnu stillast upp og niður og aftur og fram. Setrini eru annars spesialseymað og polstraði av nýggjum. Hetta hevur verið ein ordiligur luksusbilur í 1960-unum.
Eitt sum er sermerkt við hesum bilinum er, at hann hevur fjaldar forlyktir, sum koma fram, tá brúk er fyri teimum. Annars sær hann út, sum hann als ikki hevur nakrar forlyktir.
Bilurin stendur inni í garasjuni í sama temperaturi, 20 stigum, alt árið. Hetta er við til at tryggja, at bilurin ikki rustar.
Buick er eitt gamalt amerikanskt bilmerki, sum var partur av General Motors. Buick eru kendir fyri at gera stórar og flottar persónbilar í luksusklassanum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
Fyrstu nummarpláturnar komu í 1930
Ta fyrstu tíðina koyrdu bilarnir uttan nummarplátur. Tær fyrstu 100 nummarpláturnar verða um-bidn-ar seint í 1930, og fyrst í 1931 koma plát-u-r-nar til Føroya. Hesar plát-ur høvdu politihond framman fyri nummarið, men ongar »kenningsstavir«. Seinni kom »Fø« at standa frammanfyri.