Vágbingurin, Jónleif Augustinussen, sum hin 4. oktober í ár fylti 50, hevur siglt fyri Royal Greenland – ella dóttirfeløg hjá Royal Greenland - í næstan eina fjórðingsøld.
Hin 18. juni komandi ár verða tað júst 25 ár, síðan hann fyrstu ferð fór umborð á eitt skip hjá grønlendska felagnum, og hann hevur kokkast í Grønlandi øll árini síðan.
Jónleif er kokkur umborð á einum av nýggjastu grønlendsku rækjutrolarunum, Nataarnaq, sum eitt dóttirfelag hjá Royal Greenland, Ice Trawl, eigur. Skipið er bygt í Bilbao í Spania.
Hetta er triði Nataarnaq í røðini, og vágbingurin hevur eisini siglt við øðrum skipum hjá felagnum við sama navni.
Tey skjótt 25 árini, hann hevur kokkast fyri Royal Greenland og dóttirfeløg hjá stórreiðarínum, hevur hann verið við fleiri skipum hjá grønlendska felagnum.
Í dag er hann helst tann kokkurin av teimum, sum sigla í dag, ið hevur siglt longst fyri Royal Greenland, og sjálvur veit hann ikki um nakran av teimum siglandi, ið hevur verið líka leingi umborð sum hann.
Ringdu umborð
Vit ringdu til vágbingin um netið herfyri, meðan teir vóru til fiskiskap á leiðini við Upernavík. Jónleif var prátingarsamur, men gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær sjálvum.
Áðrenn vit fara víðari við samrøðuni, kunnu vit leggja aftrat, at hin kokkurin umborð í Nataarnaq, er kendi skálvíkingurin, Joen Peter Petersen, ið hevur verið við skipinum, síðan Nataarnaq kom sum nýbygningur tíðliga í 2022.
Jónleif Augustinussen vísir á, at manningin er umleið sjey vikur umborð og sjey vikur heima, og onkuntíð verður tað til átta vikur. Hetta dámar honum væl, tí so gongur tú ikki og rennur við kuffertinum alla tíðina, sum hann brosandi tekur til.
Tá Nataarnaq var stívliga eitt ára gamal, var skipið í Føroyum til eitt árs garantieftirlit, og tað var skipasmiðjan Mest, sum tók sær av hesum. Arbeiðið varð boðið út í Íslandi og Føroyum.
Longu fyrsta árið í vinnu fiskaði nýggja skipið umleið 10.000 tons av rækjum, sum vórðu seldar fyri umleið 280 miljónir krónur.
- Skipið hevur riggað væl, men í ár hevur heldur minni verið at fingið av rækjum. Prísirnir hava verið góðir, og vit vænta, at hetta kortini verður eitt hampiligt ár, tá árið er liðið, sigur kokkurin.
Eitt gott arbeiðspláss
Vit kunnu leggja aftrat, at nýggi Nataarnaq er 83,5 metrar langur og 18 metrar breiður, meðan skipið undan hesum var 68 metrar langt og 14 metrar breitt.
- Hetta er eitt fantastiska gott skip og eitt gott arbeiðspláss, og her eru nógv betri umstøður enn umborð á gamla skipinum. Vit eru 22 við hvønn túrin, og av hesum eru vit níggju føroyingar. At hjálpa mær havi eg eina messugentu, og tað hevur hin kokkurin eisini, tá hann er umborð.
Jónleif Augustinussen sigur, at ein av uppgávunum hjá messugentuni er at vaska brúnna, gongirnar, nøkur wc, uppihaldsrúm og messuna.
- Eg havi so matin og haldi galluna, og eg havi eyguni við vørugoymsluni, frystara og kølara, men alt hetta fellir mær lætt og náttúrligt, tí hetta er tað, eg havi fingist við so leingi.
Vágbingurin hevur alt gott at bera øllum, sum hann siglir saman við, og hann hevur alt gott at bera reiðarínum gjøgnum hesi mongu ár. Hann letur væl at grønlendingum sum sjófólkum og skipsfeløgum.
##med2##
Viðurskiftini millum føroyingar og grønlendingar eru rættiliga góð, og hann heldur, at føroyingar og grønlendingar duga ógvuliga væl at finna út av tí saman.
- Teir flestu duga danskt, men tað eru onkrir, ið ikki duga so væl danskt. Tó vil eg siga, at tað í allar flestu førum ber væl til at samskifta. Grønlendingarnir eru ógvuliga fittir, raskir og reinligir at vera saman við, sigur hann.
Manningin fær gott at eta
Jónleif Augustinussen er ikki útbúgvin skipskokkur, men hann er útbúgvin kondittari, og tað fara vit at venda aftur til seinni í greinini.
Sum kokkur gongur hann ikki vakt sum teir, ið hava aðrar uppgávur umborð.
- Eg fari vanliga upp klokkan 05 at baka og gera klárt til morgunmat, tí morgunmaturin skal vera klárur tíðliga, tá teir fyrstu koma at fáa sær. Um morgnarnar plagi eg at baka rundstykkir og fransbreyð, og eg haldi, at manningini dámar væl at fáa nýbakað.
Millum klokkan 9.30 og 10 verður farið í holt við at fyrireika og gera døgurðan, sum verður etin í tveimum holdum millum klokkan 12 og 13.
Jónleif sigur, at menn hava eisini kaffisteðgir ávísar klokkutíðir, og soleiðis eru steðgir bæði fyrrapart, seinnapart og so aftur um kvøldið.
- Sum oftast havi eg heimabakstur til manningina, og oftast er eisini onkur køka aftur við drekkamunni.
At vágbingurin sum blaðungur lærdi til kondittara og dámar væl at baka og gera køkur og ymiskt annað vælsmakkandi kemur mangan væl við hjá manningini umborð á Nataarnaq.
Á døgurðaborðinum hevur kokkurin oftast meira enn høvuðsrættin.
- Tíðin stendur ikki í stað, og tá tú eisini hevur yngri fólk umborð, noyðist tú at laga úrvalið hareftir. Nýggja ættarliðið vil eisini hava tað, sum teimum dámar, eitt nú grýturættir, pizza, burgarar – ella, hvat tað nú kann vera.
Kokkurin sigur, at stokt fiskaflak vanliga er høvuðsrættur umleið einaferð um vikuna, og annars roynir hann at skipa soleiðis fyri, at døgurðamaturin er fjølbroyttur, so menn ikki troyttast.
- Tað liggur eisini rættiliga fast, at manningin fær stoktan enskan búff ella piparbúff við salatum og ymiskum øðrum góðum afturvið leygarkvøld, og hetta dámar teimum væl, sigur hann.
Rækjur eisini á borðinum
Um rækjurnar, sum eru grundarlagið hjá skipi og manning, sigur hann, at menn dáma væl at fáa eina rækjusalat, og fleiri dáma eisini væl at eta pilkaðar rækjur.
- Teir tíma ikki ópilkaðar rækjur, og teir tíma heldur ikki so væl at pilka rækjurnar sjálvir, men tá tú hevur pilkað so leingi, sum eg havi, tekur tað onga tíð at pilka nakrar rækjur niður til manningina, sigur hann brosandi.
Heima hjá Jónleifi og familjuni dáma tey eisin væl rækjur, sum hava fylgt so nógv í hansara lívi.
Tá vágbingurin er umborð, er tað hansara uppgáva at syrgja fyri, at manningin hevur tað gott og fær gott at eta, og tá hetta hevur verið lívsstarvið hjá Jónleifi í skjótt fjórðingsøld, er eingin ivi um, at kokkurin bæði er góður og dugir síni ting.
Spurdur, hvussu leingi aftrat, hann kundi hugsað sær at siglt sum kokkur fyri Royal Greenland, sigur hann, at um alt gongur, sum hann vónar, so verða tað helst nøkur ár aftrat á sjónum.
- Eg havi tað gott her. Mær dámar tað, eg geri, og eg hugsi ikki um at royna nakað annað enn tað, eg havi fingist við ein so stóran part av mínum lívi. Eg fari glaður upp hvønn morgun, og tá klokkan er umleið 20 á kvøldi, er arbeiðsdagurin liðugur, og eg plagi at fara í koyggjuna aftur um 21-tíðina, sigur hann.
Útbúgvin kondittari
Jónleif Augustinussen var 26 ára gamal, tá hann fór til Grønlands at sigla sum kokkur.
- Sum 16 ára gamal fór eg at læra til kondittara her í Vági. Eg havi altíð havt áhuga fyri matgerð og baking. Tá eg var liðugur við læruna her í Vági, hevði eg hug at royna okkurt nýtt, og leiðin bar til Havnar, har eg arbeiddi sum kondittari hjá Gunnleivi við Landavegin í eini tvey ár.
Brosandi sigur hann, at tað var eisini her, at hann møtti konu síni, Fridu, sum er úr Havn, og sum hann síðan hevði við sær suður til Vágs, tá hann kom heimaftur.
Tá var Frida bert 20 ára gomul.
- Vit hava búð í Vági í 25 ár, og saman hava vit fýra børn – tvær døtur, sum eru tvíburðar og 25 ára gamlar, ein son, sum verður 20 og so ein son og eftirnølara, sum er 11 ár. Haraftrat eiga vit eisini eitt abba-og ommubarn.
Jónleif sigur, at tá eftirnølarin hevur drigist við keðiliga sjúku og hevur havt brúk fyri serskúla, avgjørdu tey í januar í ár at flyta til Havnar at búgva.
- Her hava vit keypt eina íbúð, men vit hava framvegis húsini í Vági. Í dag gongur tíbetur væl hjá yngsta soninum – ja, eg vil siga, at hann blomstrar, og vit fegnast sjálvsagt um, at hann hevur tað gott og trívist í skúlanum.
Mamma Jónleif, Marita, doyði lutfalsliga ung av krabba, men pápin, Lundahl, sum fyllir 79, tá hann fyllir aftur, er væl fyri og hevur tað gott.
- Nú vit búgva í íbúð í Havn, eri eg nógv í Vági, tá eg eri heima og høvi býðst, sigur hann.
At enda kunnu vit leggja aftrat, at Jónleif Augustinussen sigldi sum ungur við trolaranum, Sancy, sum dekkari, og síðan sigldi hann sum kokkur fleiri túrar við Roc Amador, áðrenn hann sum 26 ára gamal fór at sigla fyri Royal Greenland.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
















