Russiska trygdartænastan (FSB) kallar umtóktu boðtænastuna, Telegram, eina hóttan móti landsins trygd.
Telegram verður brúkt av milliónum av russum - og eisini av russiskum herfólki á hermótinum í Ukraina.
Trygdartænastan heldur uppá, at boðtænastan fleiri ferðir hevur sett lívið hjá russiskum herfólki í vanda.
Fyri nógvar russar er boðtænastan týdningarmesta tænastan at fáa óheftar upplýsingar.
- Nú verður stúrt fyri, at russiskir myndugleikar fara at banna nýtslu av Telegram, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.











