Tað besta var at gerast omma fyri aðru ferð

- Eg eri so positiv, so eg havi bara góðar vónir fyri komandi ár, sigur Arnleyð Tungá

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Eg fari at halda nýggjár í Hósvík saman við systir mínari.

 

Tað sigur Arnleyð Tungá.

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?

 

- Tað besta, sum hendi í árinum, var, at eg bleiv omma fyri aðru ferð.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Her er einki keðiligt í árinum, sigur hon.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026? 

 

- Eg eri so positiv, so eg havi bara góðar vónir fyri komandi ár.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

-  Ja, men nýggjárslyftið hald eg fyri meg sjálva, sigur Arnleyð Tungá brosandi.