- Eg føldi á seinasta túri at nú orkaði eg ikki meira

- Eg síggi, at tú ert móður. Far tú heim og slappa av. Kroppurin hjá tær orkar ikki meira, segði skiparin á Gadusi við Annfinn Nicolajsen, sum noyddist at gevast, tá hann gjørdist 65 ár

Nýggi flakatrolarin og flaggskipið hjá JFK í Klaksvík, Gadus, varð yvirtikin á Tersan-skipasmiðjuni í Turkalandi hin 28. september 2023, og hin 15. oktober sama ár varð skipið navngivið við bryggju í Klaksvík, Gadus KG 180.

Nýggi trolarin er útgjørdur at møta teimum avbjóðingum, sum eru í fiskivinnuni í dag og sum verða galdandi í komandi árum.

Høvuðsmotorurin á Gadusi er hin nýggjasti og grønasti hjá Wartsila, og skipið er eisini útgjørt við einum katalysatori, soleiðis útlátið av Co2 er minst møguligt. Hjálpimotorarnir eru av slagnum, Yanmar, og teir hava eisini katalysatorar fyri at minka um Co2-útlátið.  

Atlit eru eisini tikin til larm, tá skipið er í havn, og Gadus hevur møguleika fyri landstreymi, soleiðis at alt arbeiði umborð kann gerast við landsstreymi, tá skipið liggur við bryggju. 

Gadus hevur el-spøl, sum eisini eru við til at gera skipið grønari. 

Umborð er fitnessrúm, sauna, hitapottur, og her er kykmyndarúm. Øll manningin hevur einakamar og tilsamans eru 32 manningarkømur og eitt sjúkrakamar. 

Gadus er slakar 89 metrar langur og 18,3 metrar breiður. Skipið lastar um 1.200 tons av frystum á plattum, 350 tons av fiskamjøli og umleið 120 tons av lýsi. Skipið, sum kostaði umleið 450 milliónir krónur, tekur alt við til lands og fær nakað burturúr øllum. 

 

Leingi í starvi fyri JFK 

Ein, sum hevur siglt fyri JFK í mong ár, er skopuningurin, Annfinn Nicolajsen, sum er føddur hin 17. oktober í 1960, og soleiðis er hann 65 ára gamal.

- Eg havi verið við nýggja Gadusi, síðan skipið kom, og eg var øll árini við Gadusi, sum var undan hesum – heilt til skipið varð selt.

Tað sigur maðurin, sum hevur verið sjómaður eitt langt lív – ja, heilt síðan hann var 15 ára gamal, tá hann byrjaði sjólívið umborð á línuskipum, sum vit fara at venda aftur til.

Annfinn hevur siglt í fleiri enn 40 ár fyri JFK, og í hesum langa tíðarskeiði av lívinum hevur hann verið við flestu skipum, sum felagið hevur havt hesi árini.

- JFK er eitt gott reiðarí, og eg havi alt tað besta at bera bæði reiðaríi og teimum manningum, eg havi siglt saman við hesi árini.  

Hann var við Skálabergi, ið kom sum nýbygningur, men sum ikki var so nógv ár í flotanum, og hann var við Nærabergi.  

Tá Sundaberg sakk í Noregi í 1988, var hann eisini við her, og hetta fara vit at hoyra meira um.

- Eg var við gamla Gadusi, og nú havi so verið við nýggja Gadusi, síðan hann kom í føroyska fiskiskipaflotan fyri tveimum árum síðan.

Annfinn Nicolajsen vísir á, at tá nýggjasta skipið verður samanborið við tey undanfarnu, sum skopuningurin hevur verið við gjøgnum árini, er nýggi Gadus eitt fantastiska gott skip at sigla við.

- Eg vil siga, at nýggi Gadus, sum er meira enn 18 metrar breiður, er eitt ógvuliga gott skip í sjónum, og eg kann næstan siga, at skipið rullar ikki. Manningarumstøðurnar eru framúr, og her hevur hvør maður sítt kamar við øllum neyðugum fasilitetum, sigur hann.

 

Eisini upplivað skipsbrot 

Í tíðini, sum Annfinn Nicolajsen hevur siglt fyri JFK, hevur hann eisini upplivað skipsbrot. Hetta var, tá Sundaberg hin 4. januar í 1988 rendi á ein flúr beint uttanfyri Vardø í Noregi og gjørdist vrak. 

Hetta var eftir ein saltfiskatúr í Barentshavinum, sum endaði í úrtíð.  

Teir høvdu sløk 300 tons av saltfiski eftir at hava fiskað í ein góðan mánað. Kvøldið fyri skipsbrotið, kom norska fiskiveiðieftirlitið umborð at gera regluligar kanningar, og teir hildu upp á, at Sundaberg hevði trolað á stongdari leið.  

Tí vildi fiskiveiðieftirlitið hava skipið inn til lands. Vaktarskipið sigldi inn saman við Sundabergi, og nakrir menn frá vaktarskipinum vóru eisini umborð á Sundabergi á túrinum til lands. Tað var bølamyrkt, meðan siglt varð inneftir.

Tá skipini nærkaðust landi, endaði Sundaberg á einum flúri. Tað rak hart, og tað fjaraði skjótt.  

Norska vaktarskipið gjørdi fleiri royndir at hála Sundaberg av aftur, men veirarnir slitnaðu hvørja ferð, teir settu á.

At enda varð manningin biðin um at lata seg væl í og at vera á bátadekkinum, og hetta endaði við, at ein útróðrarbátur kom út og tók alla manningina av Sundabergi, sum gjørdist vrak. 

Tað var ísakalt at standa á bátadekkinum, tí tað vóru eini 10 kuldastig, og sjógvurin var eisini sera kaldur. Tá útróðrarbáturin kom út á leiðina, varð loðsleytarin settur niður eftir skipssíðuni, og síðan fór ein og ein maður niður í leytaran og niður í bátin.  

So hvørt, sum útróðrarbáturin fyltist við monnum, vórðu teir førdir út á eitt størri skip, sum lá nærindis, og síðan fór útróðrarbáturin eftir nøkrum monnum aftrat, til øll manningin var komin av skipinum.

 

Nú orkar hann ikki meira

Starvið hjá Annfinni Nicolajsen umborð á skipunum hjá JFK hevur verið á verksmiðjuni, og hesi árini hevur hann staðið nógv við flakamaskinurnar.

Men, hann hevur eisini staðið við aðrar postar umborð.

- Eg havi reinskorið, og onkuntíð havi eg verið lastamaður, men størsta partin av tíðini havi eg lagt fisk í flakamaskinurnar.

Umborð á Gadusi eru flakamaskinur til smáan fisk, miðalstóran fisk og til stóran fisk.

- Tað hevur í mong ár verið mítt arbeiði at leggja fisk í flakamaskinurnar, men likamliga heilsan er ikki longur, sum hon hevur verið, og nú kenni eg meg slitnan um allan kroppin. 

Hjá Annfinni kendist tað at enda ov stressandi at standa við flakamaskinurnar. 

- Eg orkaði snøgt sagt ikki pressið meira, og tí var eg seinastu tíðina í pakkingini, sum fall mær eitt sindur lættari. 

Hann sigur, at vanliga hevur tað verið soleiðis umborð á Gadusi, at ein reinsker, ein vigar og síðan eru níggju pakkarar.

Hin 65 ára gamli ásannar, at tá tú ert farin til skips sum 14 ára gamal og hevur verið á sjónum í meira enn eina hálva øld, troyttast tú.

- Eg føldi á hesum seinasta túrinum, at nú orkaði likamið ikki meira, og tí er avgerðin tikin um, at nú fari eg ikki avstað aftur.

Hjá einum manni, sum Annfinni, ið hevur trivist so væl, sum hann hevur gjørt umborð á skipum hjá JFK, var avgerðin at gevast og siga skipi og manning farvæl ikki løtt, men hon var neyðug.

- Á seinasta túri fór eg upp til skiparan og segði, at nú orkaði eg ikki meira, og eg føldi meg slitnan í øllum kroppinum.

Hann vísir á, hvør reaktiónin hjá skiparanum var, tá hann hevði lagt kortini á borðið.

- Eg síggi, at tú ert móður. Far tú heim og slappa av. Kroppurin hjá tær orkar ikki meira, vóru orðini hjá skiparanum.

Annfinn ásannar, at tað var trupult at siga farvæl, tá løtan kom, og sjálvur hevði hann ætlað sær at siglt, til hann hevði fylt 67, men hann ásannar, at hetta kláraði hann ikki.

 

##med2##

 

Vitjan á føðingardegnum

Annfinn Nicolajsen dylur ikki fyri, at honum hevur dámt sera væl at sigla fyri JFK. 

- Nú eg fylti 65 í oktober og helt føðingardag í Skopum, komu teir allir, sum vóru heima, suður at heilsa upp á meg, og her vóru bæði reiðari, skiparar og nógvir av teimum monnum, sum eg havi siglt saman við hesi árini.

Hann sigur, at hetta gjørdist ein sera hugnaligur føðingardagur, sum hann var ógvuliga glaður fyri. 

Við Gadusi hvønn túrin eru vanliga 32 mans.

- Nú mín seinasti túrur til skips er lokin, ætli eg mær í løtum at hjálpa til við umreking niðri á kaiini her í Skopun, og eg havi sagt við ein mann, sum hevur bát og sum ætlar sær at reka útróður, tá hann er heima, at eg gjarna vil hjálpa honum uppi á landi.

Hóast mongu árini umborð á trolarum hjá JFK, hevur Annfinn eisini gjørt sær sínar royndir sum línumaður, eins og hann onkuntíð var avloysaratúrar saman við beiggjum sínum á frítúrum í Barentshavinum.

- Soleiðis havi eg verið onkran túr bæði við Jaspis og Ametyst á ísfiskaveiði, har beiggjarnir hjá mær hava siglt, sigur hann.

 

Drúgvar línuroyndir

Sum blaðungur var Annfinn Nicolajsen við fleiri línuskipum, og her gjørdi hann sær sínar fyrstu royndir á skipsdekki, har hann byrjaði umborð á Jógvani S undir Føroyum, sum 14 ára gamal.

- Eg var eisini við Pison, Kvikki og Rasmussi Effersøe, og eg var eisini onkran túrin á Flemish Kap við Pison. Mær dámdi væl at fiska við línu, men eg minnist, hvussu sárutar hendurnar kundu vera í byrjanini av túrinum, til tær at enda gjørdust frískar aftur, sigur hann brosandi.