Í 2002 gjørdi Løgtingið av at lækka árligu ríkisveitingina úr Danmark til Føroyar við 366 milliónum krónum úr 982 milliónum krónur niður í 616 milliónir krónur.
Hetta eru pengar, sum føroyska samfelagið saktans kann vera fyri uttan, heldur meirilutin í Løgtinginum.
Samstundis varð eisini gjørt av, at ríksveitingini ikki longur skuldi prístalsjavnast, sum merkir, at so stendur hon í stað. Og tað gjørdi hon eisini fram til 2012, tá Jørgen Niclasen, sum fíggjarmálaráðharri í landsstýrinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, bað Fólkatingið um aftur at prístalsjavna ríkisveitingina.
Síðani vaks hon nakrar milliónir um árið soleiðis, at hon í 2015 varð komin upp á 642 milliónir krónur. Nýggja landsstýrið hjá Aksel V. Johannesen gav tá Fólkatinginum boð um ikki at prístalsjavna stuðulin longur, og tí stóð hann í stað á 642 milliónum krónum, til sitandi landsstýri í 2023 gav boð um, at nú skuldi ríkisveitingin lækka 25 milliónir krónur um árið.
Ríkisveitingin verður tí næsta ár 542 milliónir krónur.
Grundgevingarnar fyri at avtaka ella minka ríkisstuðulin hevur altíð verið, at hann er ósunnur fyri føroyska búskapin, og um hann verður tikin burtur, so fara aðrar inntøkur at vaksa.
Hetta er tó ikki rættiliga prógvað, í øllum førum hevur gingið sera illa hjá skiftandi landsstýrum at hava yvirskot á løgtingsfíggjarlógini. Síðani 2002 hevur samlaða hallið á fíggjarlóginum verið umleið 2,5 milliardir krónur, sum má fíggjast við at læna pengar og við at útseta rokninginar til komandi ættarlið.
Um vit nú seta roknistykkið upp soleiðis, at ríkisveitingin ikki varð lækkað, men at hon síðani 2002 varð prístalsjavnað, so hevði ríkisstuðulin næsta ár verið 1 milliard og 535 milliónir krónur. Tað eru 993 milliónir meira, enn tær 542 milliónirnar, sum stuðulin verður næsta ár.
Og leggja vit saman tær upphæddir, sum vit hava sent aftur til Danmark, so verður talið 14.631 millónir krónur ella 14 millardir og 631 milliónir krónur, sum danir vildu havt latið føroyingum, men sum føroyingar hava sent aftur til Danmarkar.
Munurin hevði tá verið, at vit høvdu ein haldføran búskap, sum ár um ár hevði havt stór yvirskot á fíggjarlógini. Ja, tað er stuðul úr Danmark, men ríkisstuðulin úr Danmark hevur altíð verið størri enn yvirskotið á løgtingsfíggjarlógini.
So er spurningurin, um tað var eitt væl eydnað tiltak at lækka blokkin, og um tað er satt, at pengarnir nokk skulu koma aðrastaðni frá.
Nú eru fremstu hyggjuráðini hjá politikarunum at hækka pensjónsaldurin fyri at fáa haldføri í búskapin, sum hevur mist sítt haldføri, tí at ríkisstuðul er sendur aftur til Danmarkar.
Tað ljóðar eitt sindur øvugt, ella er tað kanska bara tekin um, at okkara politikarar ikki sjálvir duga at gera føroyska búskapin haldføran.
Tey 25 árini við skerdari ríkisveiting prógva ikki júst, at tað hevur eydnast hjá føroyskum politikarum.










