Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, hevur játtað at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump, í nærmastu framtíð.
Tað skrivaði Zelensky á sosiala miðlinum X í dag.
Hann gav ikki eina ávísa tíðarætlan, men skrivaði, at "nógv kann avgerast áðrenn nýggja árið".
– Vit spilla ikki ein einasta dag. Vit hava avtalað ein fund á hægsta stigi - við Trump forseta í nærmastu framtíð, skrivar ukrainski forsetin.
Sambært óformligum fráboðanum kann fundurin vera sunnudagin á bústaðnum og frítíðarstaðnum hjá forsetanum Mar-a-Lago í Florida. Tað sigur ein ukrainskur embætismaður, skrivar journalisturin Barak Ravid frá miðlinum Axios á sosiala miðlinum X.
Fráboðanin frá Zelenskyj kemur samstundis sum USA framvegis tosar við bæði Ukraina og Russland um, hvussu tey kunnu steðga skjótt fýra ára gamla krígnum.
Zelenskyj segði hósdagin, at hann hevði havt eina tíma langa “ordiliga góða samrøðu” við serliga sendimannin hjá Trump, Steve Witkoff, og versonin, Jared Kushner, um júst hetta evnið.
– Komandi vikurnar kunnu vera intensivar, segði ukrainski forsetin.
Fyrr í vikuni legði Zelenskyj fram uppskot til eina friðarætlan í 20 punktum, sum hann lýsti sum yvirskipaðu karmarnar fyri at fáa enda á krígnum.
Uppskotið var ein minkað útgáva av eini upprunaligari 28-punkts ætlan, sum USA áður hevði umrøtt við russisku síðuna.
Russland hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til nýggjasta uppskotið.
Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, segði hósdagin, at Russland er í ferð við at greina uppskotini, sum serligi sendiharrin hjá Russlandi, Kirill Dmitrijev, hevur ført til Moskva úr USA.
Í uppskotinum, sum Zelensky legði fram, læt ukrainski forsetin upp fyri at stovna eitt avmilitariserað øki ella eitt "frítt búskaparøki" í pørtum av Donbas-økinum í eystara parti av Ukraina.
Russland krevur annars alt ukrainska økið.
Tað er júst kravið til alt Donbas, sum russiski forsetin, Vladimir Putin, sigst enn einaferð hava hildið fast um á einum fundi við framstandandi russiskar vinnulívsmenn seint um kvøldið 24. desember Soleiðis skrivar russiska miðilin Kommersant sambært Reuters.
Á fundinum skal Putin tó eisini hava víst opinleika fyri hugskotinum um at skifta onnur øki enn Donbas við Ukraina.
/Ritzau/










