Maðurin vanur við skerpikjøt - eg við dunnu og gás

- So vit gera eitt borð við fleiri rættum, har tú kanst velja millum dunnu, gás og skerpikjøt, sigur Irdi Mittelstein

 

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Jólini verða hildin heima við hús saman við verforeldrum, mammu míni, manni og dóttir. 

Tað sigur Irdi Mittelstein.

- At bjóða foreldrum og verforeldrum niðan jólaaftan, havi eg arvað frá mínum foreldrum. Eg minnist eingi jól, har omman og abbin ikki eisini vóru til steðar. So sera hugnaligt, sigur hon. 

Hvat verður etið um jólini? 

- Nú er tað so, at maðurin er vanur við skerpikjøt á jólum, og eg eri von við dunnu og gás. So vit gera eitt borð við fleiri rættum, har tú kanst velja bæði dunnu, gás og skerpikjøt.  

Hevur tú eitt jólagávuynski? 

- Mítt ynski er tað sama hvønn dag í árinum - eisini á jólum - at tað skal gangast okkum øllum væl. Eg havi akkurát fingið nýggjan bil, so tað er ikki eftir at ynskja sær, sigur Irdi brosandi. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?  

- Friðurin, samveran, og at øll hava frí. Tað er einki res. Vit sum familja eru undir sama taki meira enn bara um náttina, og tað er fantastiskt, sigur Irdi Mittelstein.