Hvar verða jólini hildin í ár?
- Jólaaftan verða vit her niðri á Landavegnum. Vit verða 14, so tað verður trongt, bæði í ovninum og um træið.
Tað sigur Jógvan Tróndarson.
Hann sigur, at 1. jóladag verða tey - “traditionen tro”, sum hann tekur til - hjá svágrinum, og tá verða tey 36, tí tá vitjar eisini familja úr Keypmannahavn, Bornholm og Klaksvík.
- Tað er besta gávan, at vit kunnu verða saman um jólini, sigur hann.
Hvat verður etið um jólini?
- Tað verður dunna og rísalamande jólaaftan. 2. jóladag hava vit deilt uppgávurnar, so tá verður alt frá tí, sum svimur, flýgur og gongur viðgjørt tað besta, vit duga.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Góða heilsu, bæði fyri meg, familju og teimum, ið stríðast, har mótbrekkan er brøtt.
Verður tú heima á jólum?
- Hetta er ein spurningur, tú fært alt árið, tá tú ert siglandi, og hetta er eisini ein spurningur, sum fyllir nógv, ásannar hann.
Og Jógvan sigur víðari:
- Av tí, at mítt yrki er á sjónum, og eg eri heima onnur hvørji jól, so kennist tað næstan, sum jólini hava dupultan týdning, tá eg eri heima.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jól er ein hugnalig tíð, sum kemur í hæddina jólaaftan og 1. jóladag. Jólini hava tað góða við sær, bæði andaliga, við kærleika og góðum mati.
Brosandi sigur hann, at eitt hæddarpunkt verður helst, tá børnini fara at leita eftir jólamanninum.
- Gleðilig jól, øll somul, eru seinastu orðini hjá Jógvani Tróndarsyni.










