Nýggj skaldsøga um vølvur og skjaldmoyggjar

Nýggja skaldsøgan hjá Ingun Christensen snýr seg um Sagu, sum fer í læru sum skjaldmoyggj. Skjaldmoyggjar vóru ógiftar kvinnur, sum bóru vápn og bardust í bardaga. Hetta er ein søgulig skaldsøga, sum fer fram í jarnøld, tí hevur Ingun Christensen gjørt eitt umfatandi kanningararbeiði um lívið og samfelagsskipanina í jarnøld

Ingun Christensen byrjaði at skriva skaldsøguna í 2013. Høvuðspersónurin í søguni er 14 ára gamla Saga. Hon skal á eina langa og vandamikla ferð eftir beinagrindini hjá Thyru Silfralittu, soleiðis at hon kann koma aftur til Norðurlandið, har hon hoyrir heima.

 

Skaldsøgan fer fram í yngru jarnøld, á einum stað sum minnir um Norðurlond. Ingun Christensen hevur gjørt nógv kanningararbeiði um hesa tíðina.

 

– Eg fór at kanna, hvat tey trúðu, og hvussu samfelagið var skrúvað saman. Vit vita ikki nógv um hesa tíðina, tí tað er lítið skrivligt tilfar, tað sum man veit er úr útgrevstrum. Tað er spennandi at skriva úr eini tíð, har vit ikki vita so nógv, tað gevur fríari hendur.

 

##med2##

 

Ingun Christensen hevur vitjað heimasíðuna hjá danska tjóðsavninum at leitað sær kunning um tað, sum er funnið í útgrevstrum í Norðurlondum. Toftir vísa, hvussu húsini og býlingarnir hava sæð út. Lík av jarnaldarmenniskjum eru funnin í mosa, og tí eru tey ofta væl varðveitt.

 

– Enntá hárið er ikki rotnað, tí ber til at síggja frisýru og hársnið, og hvussu klæðini hava sæð út.

 

Ofta fingu tey deyðu lutir, sum knýttu seg at teimum, við sær í grøvina. Ein stríðsmaður kundi hava svørð, skjøldur, og kanska øks og knív. Ein smiður kundi verða grivin við hamara, ella øðrum sum hann hevði brúkt í arbeiðinum. Kvinnurnar høvdu búnýti, smúkkur og amboð, sum tær brúktu í gerandisdegnum, eitt nú til at spinna og karða. Hetta var ein mansdominerað tíð við høvdingdømum.

 

##med3##

 

– Eg skrivi prosa, tí brúki eg hugflog og kreativitet at skapa nakað. Eg fái íblástur ymsastaðni frá, og til hesa bókina havi eg fingið íblástur frá vølvunum.

 

Vølvur høvdu eina serliga tign, framum aðrar kvinnur, og tað eru hesar, sum hava givið Ingun Christensen íblástur til bókina. Vølvan var andaligi leiðari, hon segðist at duga gand, var spákona, og grøddi sjúku. Fólki trúðu, at hon kundi skifta til djóraham, og tí fekk hon lættari samband við gudarnar, hugsanin var, at djór høvdu tættari samband við gudarnar.

 

Høvuðspersónurin Saga fer í læru sum skjaldmoyggj. Skjaldmoyggjar vóru ógiftar kvinnur, sum vóru í bardaga og bóru vápn. Fornfrøðiligar gravir eru funnar við kvinnum og vápnum, og tí halda fornfrøðingar at summar kvinnur hava barst við vápnum, og hesar hava havt eina serliga støðu í samfelagnum.

 

##med4##

 

– Tað er stuttligt at gera eitt sindur av kanningararbeiði, tað gevur søgunum eitt ávíst trúvirði. Tú tekur støði í nøkrum sum hevur við veruleikan at gera, og samstundis brúkar tú hugflogið.

 

Eitt av evnunum í bókini er átrúnaður. Í jarnøldini trúðu fólk upp á nógvar ymiskar gudar, teir knýttu seg at gerandislívinum, eitt nú vóru gudar fyri kríggj, veður og fruktbæri.

 

– Í dag hava vit eisini ymiskar átrúnaðir, og innan fyri átrúnaðirnar eru ymiskar greinar, og søgan snýr seg eisini um týdningin av trúgv.

 

Ingun Christensen hevur skrivað fleiri søguligar skaldsøgur, tann fyrsta var um Anniku í Dímun.

 

##med5##

 

– Bókadeildin spurdi, um eg hevði hug at skriva eina barnabók út frá søgnini um Anniku í Dímun. Hon skuldi forteljast á nútímans máli, og tað helt eg vera spennandi. Hetta var samstarv við Nám og Bókadeildina, og tá fyrsta bókin kom, vóru tey áhugað í at halda fram, síðani fekk eg fríar hendur, fór at hyggja eftir øðrum sagnum.

 

Seinni komu bøkurnar um Katrina í Toftum, løgmansdóttrina á Steig og húsfrúnna í Húsavík.

 

Rúnaspá er fyrsta bók í einum tríbókaverki.

 

– Tað gongur spakuliga framá, vónandi kemur næsta bók komandi ár, tær skuldu helst komið fylgjandi ár.