- Eg sá bara eitt stórt dekk koma ímóti mær við øgiligari ferð, og tað er skelkandi, at slíkt yvirhøvur kann henda.
Tað sigur bilførarin, sum seinnapartin í gjár var fyri einari óhugnaligari hending í Sandoyartunlinum.
Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, var á veg í Sandoynna.
Tað var á veg niðan eftir brekkuni sandoyarmegin, at hendingin fór fram, og tað var her, at bilførarin møtti lastbilinum.
Soleiðis, sum niðara myndin her á síðuni vísir, fekk bilurin stóran skaða - ja, hann fór snøgt sagt í knús, sum løgreglan málbar seg.
Førarin í bilinum sigur, at tíbetur koyrdi hann í einum stórum bili, og hann dugir illa at ímynda sær, hvør støðan hevði verið, um hetta var ein minni bilur.
- Eg sat væl innballaður í bilinum, tíbetur, men eg kann bara ímynda mær, hvat kundi verið hent, um hetta var ein annar bilur.
Bilførarin er ivaleysur í, at tað, sum hendi í Sandoyartunlinum seinnapartin í gjár, barasta ikki má henda.
- Tú fært slett ikki vart teg fyri slíkum sum hesum, og hetta var ein sera óhugnalig og skakandi hending, sigur bilførarin.
Løgreglan kannar nú, hvussu tað kundi bera til, at hjólini á lastbilinum loysnaðu.
Lesið eisini:
Eg var heppin og eg eri skelkaður - https://www.in.fo/news-detail/bilfoerarin-eg-var-heppin-og-eg-eri-skelkadur
##med2##












