Spírar verður partur av Heimamissiónini

Kirkjuliga Heimamissiónin skrivaði í vikuni undir avtalu um, at talgildi sunnudagsskúlin Spírar frá nýggjárinum verður partur av barna- og familjuarbeiðinum hjá Heimamissiónini.

Samstundis er Sólfríð Maria í Rók, sum hevur arbeitt við Spírum síðan stovnanina í 2016, sett í fulltíðarstarv hjá Kirkjuligu Heimamissiónini frá 1. januar 2026 sum samskipari fyri Spírum.

 

Spírar hevur sum endamál at geva børnum dygdargott, læruríkt og sansastimbrandi føroyskt mentanartilfar við støði í bíbliusøgum og kristnu siðalæruni. Áleið 120 sjálvboðin eru við í Spíraarbeiðinum, og ein rúgva av tilfari er framleitt seinastu árini, sum er frítt og lætt atkomuligt fyri børn á netinum – barnasendingar, sjónbandaløg, karaoke, sunnudagsskúlasangir, kreativa hornið, framløgur v.m. Spírar hevur eisini verið at sæð í Kringvarpinum, í Barnablaðnum, til gudstænastur, møtir og onnur tiltøk.

 

– Heimamissiónin hevur stórar ætlanir innan barna- og familjuarbeiði komandi árini, og eg fegnist um, at Spírar nú verður ein týðandi partur av hesum arbeiði, sigur Sólfríð Maria í Rók. Við hesum verður Spírar partur av einum størri felagsskapi innan kirkjuliga arbeiðið í Føroyum, og tað kann framtíðartryggja Spírar og skapa grundarlag fyri víðari menning komandi árini.

 

##med2##

 

Yvirtøkan merkir ikki stórvegis fyri børnini, tí Spírar heldur fram sum vant við sama endamáli og í verandi líki. Heldur er tað ein styrki, at Spírar nú verður partur av einum størri felagsskapi, sum kann seta meira ferð á framleiðslu og útbreiðslu av Spírum framyvir. Ein framleiðsluætlan er longu gjørd fyri fleiri ár frameftir við nýggjum sendingum og innsløgum, ið føra hyggjaran ígjøgnum Bíbliunnar søgur á mest skapandi hátt.

 

– Tá leiðslan fekk fyrispurning frá Sólfríð, um Spírar kundi blíva ein partur av Heimamissiónini, fóru vit beinanvegin inn í eitt jaligt samskifti, sigur Jákup Brúsá, aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini. Spírar er eitt framúr gott konsept, sum er væl kent millum børn í Føroyum, og er í tráð við okkara strategisku ætlanum at styrkja barna- og familjuarbeiðið komandi árini. Vit síggja nú fram til, at Spírar framyvir verður ein náttúrligur partur av okkara barna- og familjuarbeiðið.

 

Alt tilfar hjá Spírum er ókeypis og verður fíggjað av gávum. Mánaðarligi stuðulin hjá teimum, sum geva fast til Spírar, verður ikki ávirkaður, tí kontonummar eins og endamálið verða óbroytt.

 

##med3##

 

Ynskir tú at stuðla Spírum, kanst tú lata eina gávu á konto 6460-569.499.1.