EM: Her er hópurin hjá sterkasta mótstøðuliðnum hjá Føroyum

Fyribils eru 22 leikarar úttiknir hjá Slovenia

 

 

Savnsmynd: Eurohandball

20. januar spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti triðja dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum í Noregi, Danmark og Svøríki.

 

Mótstøðuliðið í Unity Arena í Oslo verður hægst styrkismetta liðið, Slovenia sum vit taptu 29-32 (13-13) fyri í EM-endaspælinum fyri tveimum árum síðani. 

 

Uroš Zorman, landsliðsvenjari hjá Slovenia hevur tikið út 22 leikarar. Fýra leikarar mugu víkja plássið undan EM-endaspælinum, har Montenegro, Sveis og Føroyar vera mótstøðuliðini hjá Føroyum.

 

Miha Zarabec, ið skoraði sjey mál upp á átta málroyndir í 32-29 sigrinum á Føroyum í undanfarna EM-endaspælinum er ikki tikin út á hesum sinni. Hann er darvaður av skaða. Okkara fáa tó ríkiligt at síggja til, óannsæð hvønn Slovenia stillar við 20. januar. 

 

Her eru teir fyribils 22 kosnu hjá Uroš Zorman:

 

Málverjar:

 

Jože Baznik, Pays d'Aix Universite Club Handball (Frakland)

Miljan Vujović, TVB Stuttgart (Týskland) 

Klemen Ferlin, RK Celje

 

Vengur:

 

Tilen Kodrin, VFL Gummersbach (Týskland)

Staš Slatinek Jovičič, RD LL Grosist Slovan

Tim Cokan, SPR Wisla Plock (Pólland)

Blaž Janc, Barcelona (Spania)

Domen Novak, Flensburg-Handewitt (Týskland)

 

Strikuleikarar:


Lan Grbić, Trimo Trebnje

Kristjan Horžen, VfL Gummersbach (Týskland)

Matic Suholežnik, Saran Loiret (Frakland)

Stefan Žabić, Rokometni Klub Celje Pivovarna Lasko

 

Bakkar:

 

Janez Guček, RK Trimo Trebnje

Nik Henigman, C'Chartres Metropole HB (Frakland)

Mitja Janc, SPR Wisla Plock (Pólland)

Tarik Mlivić, RD LL Grosist Slovan

Aleks Vlah, Aalborg (Danmark)

Domen Makuc, Barcelona (Spania)

Jaka Malus, RD LL Slovan

Domen Tajnik, HC Eurofarm Pelister (Norðurmakedónia)

Nejc Cehte, Füchse Berlin (Týskland)

Timotej Grmšek, RK Trimo Trebnje

 

 

 

 

 

Savnsmynd: Eurohandball