Føroyar samráðst við Russland í morgin

Í morgin verða samráðingar millum Føroyar og Russland um nýggjan fiskiveiðusáttmála fyri næsta ár

Fríggjadagin vóru landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum og landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum boðsend at ráðføra seg við uttanlandsnevndina.

 

Ráðførslan var um fiskiveiðusamráðingar.

 

Tað varð ikki sagt, hvørjar fiskiveiðusamráðingar talan er um.

 

Men hósdagin gjørdu Noreg og Russland sáttmála um fiskiskapin í Barentshavinum í 2027.

 

Sum skilst hevur landsstýrið bíðað eftir hesi avtaluni, tí vit skulu samráðst við Russland um Barenstshavið næsta ár.

 

Hetta er triðju ferð, at sitandi landsstýrið fer undir samráðingar við Russland. Somu flokkar, sum í valstríðnum seinast lovaðu veljarunum, at við teimum fór eingin sáttmáli at verða gjørdur við Russlandi um fiskiskap.

 

Men síðani tá eru flokkarnar broytt støðu til samráðingar við krígsførandi landið Russland.