Jólini eru ein góð høgtíð

- Vit eta dunnu og rísalamande og nógv annað gott, sum hoyrir jólunum til, sigur Árni Jacobsen

Hvar verða jólini hildin í ár?

 

- Jólini verða hildin heima við hús saman við familjuni, soleiðis sum vit hava gjørt í nógv ár.

 

Tað sigur Árni Jacobsen.

 

Hvat verður etið um jólini?

 

- Vit eta dunnu við øllum tilhoyri, sum hoyrir jólunum til, og vit eta rísalamande, sigur hann.

 

Hevur tú eitt jólaynski?

 

- At friður fer at valda í heiminum, og at øll skulu hava tað gott.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Jólini eru ein góð høgtíð, har vit minnast, at Jesus varð borin í heimin fyri at frelsa, sigur Árni Jacobsen.

 

(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)