Jólaynskið er friður

- Tað hevur týdning, at vit øll geara niður, geva okkum stundir og njóta løturnar, sigur Jørgin Dahl.

Hvar verða jólini hildin í ár?

 

- Jólini verða hildin í København Ø.

 

Tað sigur Jørgin Dahl.

 

Hvat verður etið um jólini?

 

- Tað verður dunna við øllum tilhoyri.

 

Hevur tú eitt jólaynski?

 

- At tað verður friður í heiminum.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Tað hevur týdning, at vit øll geara niður, geva okkum stundir at verða saman við okkara nærmastu og njóta løturnar, sigur Jørgin Dahl.

 

(Fleiri svar eru í VikuskiftisSosialinum - jólablaðnum - sum fæst til keyps í blaðsølunum)