Í dag fara tey at miast ofrini fyri hópskjótingini á Bondi Beach í avstralska býnum Sydney undir heimskendu Rolex Sydney Hobart Yacht Race.
Tað upplýsir avstralski miðilin ABC.
15 fólk vórðu dripin av tveimum vápnaðum gerningsmonnum, tá teir 14. desember skutu móti einum jødiskum tiltaki á strondini.
Heimskenda sjókappsigligin fór í gongd í Sydney í dag, og 15 jaktir - ein fyri hvørt offur fyri Bondi-skottilburðinum - fara at spreiða rósubløð út, meðan bátarnir fara framvið Bondi Beach.
Hetta er gjørt av virðing fyri syrgiligu hendingini, tá 15 fólk doyðu av skotum, upplýsir Cruising Yacht Club of Sydney, sum skipar fyri kappróðrinum.
Skjótingin á strondini í Sydney er tann sum hevur kravt flest mannalív í Avstralia í næstan 30 ár og verður viðgjørd sum eitt yvirgangsálop. Løgreglan sigur, at tað eftir øllum at døma fekk íblástur frá hernaðarbólkinum Islamiskur Statur (IS).
Teir, sum eru undir illgruna, eru 24 ára gamli Naveed Akram og 50 ára gamli pápi hansara, Sajid Akram. Tann eldri varð hann dripin av løgregluni undir skottilburðinum.
Rolex Sydney Hobart Yacht Race strekkir seg meira enn 1.100 kilometrar úr Sydney til málstrikuna í Hobart, sum er høvuðsstaðurin í avstralska oyggjaríkinum Tasmania.
Hetta er 80. ferðin, at teir mongu bátarnir kappast um at vera teir fyrstu at koma um málstrikuna úr Sydney til Hobart.
##med2##
Fyrrverandi OL-gullvinnarin í svimjing Ian Thorpe luttekur fyri fyrstu ferð í ársins kapping. Hann er umborð á bátinum LawConnect, sum triðja árið á rað miðar eftir at koma fyrst um málstrikuna.
Veðrið er ein avgerandi faktorur í kappsiglingini, sum fyrstu ferð varð hildin í 1945. Vindurin broytist ofta skjótt bæði í ætt og styrki.
Í 1998 doyðu seks menn, tá ein ódn rakti leiðina í illgitna Basssundinum, sum liggur millum avstralska meginlandið og Tasmania. Fimm bátar sukku, og 55 vórðu bjargað.
Í kappróðrinum í fjør doyðu tveir menn í tveimum ymiskum hendingum, tá ið hvassur vindur og stórar aldur raktu økið. Bert 74 av teimum 104 seglbátunum kláraðu kappingina í 2024, skrivar tíðindastovan AFP.
/Ritzau/











