16 deyð í sjóbardaga úti fyri Gaza

Minst 16 fólk eru deyð, eftir at ísraelski herflotin fór at skjóta eftir skipum og bátum, sum vóru á veg inn til Gaza við ymsari neyðhjálparútgerð. Sambært turkiska sjónvarpinum MTV fóru ísraelsk herskip at skjóta, tá neyðhjálparførini sýttu fyri at akta eini ísraelsk boð um at venda aftur.

Ísraelska blaðið Haaretz skrivar, at tveir ísraelsmenn eru særdir.

Ísraelski handilsmálaráðharrin, Binyamin Ben-Eliezer, segði í morgun, at stjórnin harmast mannfallið.

Altjóða tíðindastovurnar skriva, at skipini høvdu umleið 10.000 tons av byggitilfari, heilivági og útgerð at reinsa vatn við. Summar keldur siga, at ísraelsmenn høvdu illgruna um, at skipini eisini komu við vápnum.