?Avleiðingin av hesum verður, at eini 16 fólk mugu sigast upp.
Tað var eitt stórt vónbrot á Suðuroyar Sjúkrahúsi í gjáramorgunin, tá ið løgtingið samtykti fíggjarlógina fyri komandi ár.
Tí tað er greitt, at avleiðingin verður eitt rættiligt skrædl fyri sjúkrahúsið.
Tað hevur leingi verið greitt, at játtanin til Suðuroyar Sjúkrahús komandi ár verður tvær milliónir ov lítil til at sjúkrahúsið kann varðveita sama støðið sum í ár.
Ein minniluti í fíggjarnevndini hevði skotið upp at hækka játtanina tvær milliónir, men tá ið tingið atkvøddi um fíggjarlógina í gjár, fall uppskotið.
Sostatt fær Suðuroyar Sjúkrahús ikki hægri játtan enn tær gott 31 milliónirnar, sum landsstýrið ætlaði.
Í eini stuttari viðmerking sigur Bogi Djurhuus, yvirlækni, at avleiðingin av hesum er, at eini 16 fólk mugu sigast upp.
Summi hava so drúgva uppsagnartíð, at skal sparingin haldast er tað neyðugt við so nógvum uppsagnum.
? Og sostatt mugu eisini vit, yvirlæknar fara at umhugsa okkara støðu á sjúkrahúsinum.
? Tí fær sjúkrahúsið ikki meiri pening, er grundarlagið fullkomiliga tikið undan tí, og so er tað ógvuliga ivingarsamt um vit, sum sum yvirlæknar, kunnu taka ábyrgdina longur, sigur Bogi Djurhuus.
Hann sigur, at Sjúkrahúsið hevur ikki fleiri starvsfólk enn tað er heilt avgjørt neyðugt.
? Á øllum funktiónin er manningin so lítil, sum tað heilt avgjørt ber til. Tí er tað ómøguligt at spara meir, uttan at taka grundarlagið undan sjúkrahúsinum
? So hvussu vit skulu kunna spara 16 størv burtur, dugi eg heilt einfalt ikki at síggja, sigur hann.
? Tá er tað ikki forsvarligt longur at hava hetta sum sjúkrahús. Og so mugu vit fara onkra aðrastaðni.
Yvirlæknin sigur, at so einfaldur er spurningur í veruleikanum.
Hann sigur, at avleiðingin at tí verður so aftur, at sjúkrahúsið má lata aftur.
Hann sigur, at á sjúkrahúsinum seta tey nú álitið á, at løgtingið skiftur meining tá ið fíggjarlógin kemur til 3. viðgerð mánadagin.
Tosað hevur verið um at leggja funktiónir niður.
Men yvirlæknin dugir ikki at síggja, at sjúkrahúsið kann vera nakra funktión fyriuttan, tí har eru bara tær heilt neyðugu funktiónirnar, sum skulu vera, fyri at varðveita hetta sum eitt sjúkrahús.
Tað eru 67 størv á Suðuroyar Sjúkrahúsi og tað sigur seg sjálvt at tað kann ikki virka, um 16 teirra skulu sigast upp, sigur Bogi Djurhuus.