Á bygdarráðsfundi í Nes kommunu hin 26. juni samtykti bygdaráðið at fara undir tvær nýggjar útstykkingar,
Hesar útstykkingar fevna um átta grundstykkir norður eftir frá verandi Gaddavegi og átta grundstykkir norður eftir frá verandi Høganesvegi.
- Vit fara nú undir eina tilgongd at ogna okkum økini, og vit fara at tekna og gera ætlan fyri hesar útstykkingar. Nú er eisini møguleiki at seta seg upp á ein tilmeldingarlista.
Í Nes kommunu siga tey, at hóast hesar útstykkingar ikki eru klárar, er nú møguleiki at seta seg á ein tilmeldingarlista til hesi grundstykkir.
- Tá útstykkingarnar eru endliga projekteraðar og góðkendar, verður lutakast millum tey fyrstu á tilmeldingarlistunum um, hvat grundstykki tey fáa.
Í Nes kommunu leggja tey aftrat, at fyri at koma á tilmeldingarlistan og tryggja sær javnbjóðis møguleika, eru ávísar treytir galdandi, sum lesast kann um á heimasiðuni hjá kommununi - www.nes.fo