Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio saman við forseta landsins, Donald Trump. Vandi er fyri, at Iran kann leypa á amerikanskar herstøðir, og sendistovur landsins eru eisini í vanda

Iran hóttir amerikanskar herstøðir í Miðeystri

USA heitir nú á síni fólk á sendistovunum í Irak og fleiri golflondum um at rýma av sendistovunum, tí USA metir, at vandi er fyri trygdini hjá starvsfólkunum

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio saman við forseta landsins, Donald Trump. Vandi er fyri, at Iran kann leypa á amerikanskar herstøðir, og sendistovur landsins eru eisini í vanda

Spenningurin millum Iran og USA veksur, nú Iran enn ikki hevur viljað góðkent eitt amerikanskt uppskot um eina nýggja kjarnorkuavtalu. 

 

USA metir, at spenningurin millum londini er so mikið stórur í løtuni, at fólk og familjur á amerikansku sendistovunum í Irak, Bahrain og Kuwait skulu rýma.

 

Hetta skriva bæði Reuters og AP í kvøld.

 

Í Hvítu Húsunum siga tey, at amerikanski forsetin, Donald Trump, er vitandi um, at fólk á sendustovunum eru biðin um at fara.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, hevur sambært keldum, sum Reuters hevur skift orð við, eisini góðkent, at hernaðarstarvsfólk og familjur teirra sjálvbodnar rýma av amerikanskum støðum í Miðeystri.

 

Sambært Reuters hevur USA støðir í Irak, Kuwait, Qatar, Bahrain og í Sameindu Arabisku Emiratunum, harav flestu herfólkini eru í Bahrain. 

 

Iranski verjumálaráðharrin, Aziz Hasirzadeh, ávaraði fyrr í dag um, at Teheran fer at leypa á amerikanskar støðir í allari regiónini, um kjarnorkuavtalan ikki kemur upp á pláss, og øktur spenningur verður við Washington. 

 

##med2##

 

- Vit røkka allar tykkara støðir, og vit fara uttan at drála at leypa á tær allar, sigur Aziz Hasirzadeh sambært AP.

 

Bakgrundin fyri hesi útsøgn hjá iranska verjumálaráðharranum er, at USA hevur hótt Iran við vápnamegi, um londini ikki semjast um eina nýggja kjarnorkuavtalu.

 

Næsti fundur landanna millum í kjarnorkusamráðingunum er ætlaður at verða í høvuðsstaðnum í Oman sunnudagin. Eydnast ikki at semjast, er vandi fyri, at spenningurin millum Iran og USA fer at økjast uppaftur meira.

 

 

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio saman við forseta landsins, Donald Trump. Vandi er fyri, at Iran kann leypa á amerikanskar herstøðir, og sendistovur landsins eru eisini í vanda

Aziz Hasirzadeh er iranskur verjumálaráðharri