Í gjár øktust smittutølini aftur í Grønlandi, tá talið av aktivum mittaðum aftur fór upp um 100 - ella 102, sum er neyva talið.
Hetta hendi, tá tilsamans 16 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í landinum, harav 10 í Qeqqata kommunu, sum eitt nú fevnir um býirnar, Sisimiut og Maniitsoq.
Smittutølini, sum týsdagin vórðu niðri á 89, øktust soleiðis upp aftur á 102 í gjár, mikudagin.
Sambært grønlendsku hagtølunum, sum Sermitsiaq vísir til, liggur eingin í Grønlandi á sjúkrahúsi við koronu í løtuni.
Tølini yvir aktiva smittu í Grønlandi vísa, at smittan í Qeqqata kommunu aftur er veksandi.
Higartil hevur Grønland havt tilsamans 273 smittutilburðir við koronu og talið av fólki, sum eru vorðin frísk aftur, er 171.