1630 nýggir persónbilar skrásettir í ár

16 prosent fleiri nýggir persónbilar og 257 prosent fleiri nýggjar motorsúkklur skrásettar í ár enn í fjør, vísa hagtøl frá Akstovuni.

Hagtøl frá Akstovuni vísa, at føroyingar innflyta alsamt fleiri persónbilar. Í ár vóru 1630 nýggir persónbilar skrásettir hjá Akstovuni, tað eru 229 fleiri enn í fjør og ein vøkstur upp á 16,4 prosent.

 

Eisini innflutningurin av nýggjum vøruvognum vaks. 247 nýggir vøruvognar vóru skrásettir í ár, í mun til 193 í fjør. Talið av lastbilum vaks eisini, úr 11 nýggjum skrásettum í 2013 til 26 í 2014.

 

24 nýggir hýruvognar eru skrásettir, tað eru átta fleiri enn í fjør.

 

Innflutningurin av prutlum og motorsúkklum er eisini nógv vaksin. 81 nýggj prutl vóru skrásett, ein vøkstur upp á 88 prosent í mun til í fjør, tá tað vóru 43 nýggj prutl skrásett. 25 nýggjar motorsúkklur eru skrásettar, 18 fleiri enn í fjør, ein vøkstur upp á 257 prosent.

 

Ikki í nøkrum akfarsbólki er nøkur stór afturgongd at síggja. Samlaði innflutningurin av nýggjum akførum er tí vaksin við 18,7 prosentum, úr 1854 nýggjum skrásettum akførum í 2013 til 2201 nýggj skrásett akfør í 2014.