168 deyð í flóðaldu í Indonesia

168 eru deyð av flóðaldu í Indonesia. Onnur 745 ava fingið skaða, upplýsa myndugleikarnir

Minst 168 fólk eru deyð í flóðaldu í Indonesia í gjárkvøldið.

 

Tað upplýsa myndugleikar á staðnum fyri AFP tíðindastovuni.

 

– Deyðstalið er nú uppi á 168. Onnur 745 hava fingið skaða, og 30 fólk er sankað, sigur Sutopo Purwo Nugroho, talsmaður fyri katastrofutilbúgvingina.

 

Flóðaldan rakti fleiri strendur kring Sundafjørðin millu oyggjarnar Java og Sumatra stutt fyri sólsetur.

 

Talsmaðurin hevur greitt frá, at flóðalda stóðst av jarðskjálvta undir jørð nærindis eldkosoynni Krakatau.

 

Krakatua er ein umleið 800 metrar høg gosoyggj miðskeiðis í fjørðinum.

 

Flóðaldan rakti fleiri staðni í Sundafjørðina, eitt nú í Pandelang, Serang og Lampung, umleið klokan 21.30 lokala tíð.

 

Á sjónbandaupptøkum og myndum frá ymsu økjunum síggjar oyðilgadir bygningar, flóddar gøtur og bilar, sum venda á takinum. Tað skriar bretska sjónvarpsstøðin BBC.

 

Í september doyðu minst 1944 fólk, tá ein harður jarðskjálvti og flóðalda raktu býin Palu á oynni Sulawesi eystan fyri Borneo.

 

Náttúruvanlukkan legði alla samferðslu í Sulawesi í oyði. Fleiri einn 3.000 heim fórust. Umleið 70.000 fólk, harav fleiri 10.000 børn, vóru rikin frá húsi og heimi.

Tað eru umleið 2.000 kilometrar millum Sundafjørðin og Sulawesi.

 

/ritzau/