17 ára gamal á enska landsliðið

Tað vóru ikki nógv, sum kendu 17 ára gamla Raheem Sterling undan dystinum hjá Liverpool móti Manchester City í farnu viku. Men Sterling átti sín lut í 2-2 javnleikinum, sum heimaliðið fekk mógi meistarunum.

 

Brendan Rodgers, venjari, var ikki bangin fyri at tveita Raheem Sterling fyri leyvurnar, og nú kemur lønin fyri framúr góða innsatsin – landsliðsboð til enska A-landsliðið.

 

Enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson er hart raktur av skaðum. Ashely Cole og John Terry sita báðir uttan fyri við skaðum, og nú eru eisini triðji Chelsea-leikarin, Daniel Sturridge og Arsenal-leikarin, Theo Walcott, ivasamir.

 

Báðir eru ætlaðir á kantinum, men við vánaliga spælinum í seinna hálvleiki, sum Alex Oxlade-Chamberlain vísti í 5-0 sigrinum á Moldova, stólar Hodgson ikki upp á, at ungi Arsenal leikarin klárar uppgávuna einsamallur.

 

Tí hevur hann nú úttikið Raheem Sterling. Sterling hevur eisini jamaikanskt pass, tí er tað eisini einmøguleiki at tryggja Sterling sum enskan landsliðsleikara.

 

Umframt Raheem Sterling eru eisini Adam Lallana úr Southampton og Jake Livermore frá Tottenham úttiknir.