17 Sangarar og Jógvan Hansen sungu fyri full­settari Lang­holts­­kirkju

Umrøða Konsertferðin hjá 17 Sangarum saman við Jógvan Hansen í Reykjvavík  leygarkvøldið 2. oktober og orkestri var væl eydnað.

Dávur Winther
Myndir: Steinvør Fonn
-------

Skráin var løgd tilrættis so­leið­is, at fyrst sungu 17 Sang­arar løg av Jógvan við Keldu, síðani kom Jógvan Hansen á pall saman við sínum or­kestri, har ymisk løg vórðu framførd við Jógvani og hann saman við Pætur og Tóru við Keldu og Steinvør Fonn og eisini onkur løg saman við 17 Sangarum.
Eftir at Jógvan var lið­ug­ur, sungu 17 Sangarar aft­ur nøkur íslendsk løg, nakrar »evergreens«, hjá kenda tónaskaldinum Sig­fúsi Halldórssyni, sum hevði fylt 90 ár í ár, og sum er heiðursborgari í vin­ar­býnum hjá Klaksvík, Kópa­vogi. Pætur hevði klaver­fylgisspælið og saman við dugnaligum íslendskum or­kestri til flestu løgini.
Jógvan við Keldu stjørnaði 17 sangarum á ferðini og tað sigst, at konsertin í Lang­holtskirkju endaði við stand­andi klappsalvum.
Sunnudagin sungu 17 Sang­arar í samkomuni Akri­num í Kópavogi.
Síðani vórðu sangar­ar­nir heintaðir við bussi, har borgarstjórin Guð­run Pálsdóttir og mentanar­full­trúin Linda Udengård vístu teimum partar av býnum.
Kórið sang síðani á ein­um nýggjum eldra­heimi og eftir tað vitj­aðu tey býar­­bókasavnið, nattúru­gripa­­savn­ið og sein­ast tón­lista­­savn Ís­lands, har ein fram­­sýn­ing var til heiðurs fyri Sigfús Hall­dórs­syni, har 17 sang­ar­ar sungu “Fusi-sangir”, sum eisini vórðu lagdir inn á heima­síðuna www.tonlistarsafn.is
Íslendingar vóru sera gesta­blíðir, sum altíð og møttu upp í Langholtskirkjuni í hópa­tali, har konsertin fekk gott skoðsmál.
Konsertferðin var væl stuðlað av: Atlantic Pelagic, FaroeShip,  Norðopa Spari­kassa, Reyni Service, Atlantic Airways, JFK, Klaksvíkar Komm­unu, Mentanargrunni Landsins, KBI, VIKMAR, Kjølbro Heilsølu, sum kórið er takksamt fyri.