170 svimjarar hittast í Fuglafirði

FS stevnan 2003 verður fríggja- og leygardagin

Svimjing

Àrliga Svimjikappingin í Fuglafirði verður fríggja- og leygardagin 10 ? 11 oktober. Tað er kapping fyri bólkarnar 1-2-3 sum eru svimjarar í aldrinum 8 til 12 ár.
Hetta er fyrsta kapping í hesum svimjiárinum fyri tey yngstu, so spennandi verður at síggja hvussu tey koma at klára seg.
Undirtøkan er sera stór, og verður talan væntandi um einar 170 svimjara úr øllum landinum sum møtast í Fuglafirði hetta vikuskiftið.
Hesi koma úr Tvøroyrar Svimjifelaag, Vágs Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Flot av Toftum, Skeggjar úr Gøtu, Reki úr Leirvík, Ægir úr Klaksvík og Fuglafjarðar Svimjifelag.
Kappingin byrjar fríggjakvøldið kl. 20:30 og endar leygardagin kl 16:30
Grandprix kappingarnar sum verða svomnar hesaferð eru 50frí og 100frí.