Tað er ikki á hvørjum degi, at nýtt sethús verður bygt her í bygdini.
Eftir at tunnil varð gjørdur til bygdina, er kortini líkt til at áhugi er fyri at búseta seg her í vestastu bygd okkara við vegasambandi.
Fyri nøkrum árum síðani fluttu eini eldri hjún úr Havn vestur higar at búgva. Og um stutta tíð fara fólk at kunna fylgja við, tá enn ein familja fer undir at byggja sethús í Gásadali.
Økið er avsett og pelarnir vísa, hvar hetta grundøki er, higar Gunvør Ehlers og børn hennara ætla sær at seta búgv.
- Eg havi altíð havt ein dreym um at búseta meg her í Gásadali. Nú verður hann umsíðir veruleiki, sigur hon í samrøðu við Sosialin.
Hósdagin hittu vit hana á grundøki hennara. Í næstum verður farið undir at grava út fyri nýggjastu sethúsunum í bygdini.
- Eg gleði meg at kunna flyta higar, sigur Gunvør, sum sjálv er ættað úr Sørvági.
Týdningarmikið bræv
Fyri at finna orsøkina til at Gunvør yvirhøvur byrjaði at hugsa um at búseta seg í Gásadal, mugu vit leita eini 25 ár aftur í tíðina.
Um hetta mundið byrjaði hon at vitja regluliga í einum húsum í bygdini. Her var talan um eini vøkur hús í sunnari síðu.
- Síðani tá eri eg komin sera nógv niðan her – serliga um summarið, men eisini hin partin av árinum, sigur Gunvør.
So líðandi byrjaði ein dreymur – og eitt ynski – at koma fram, um at búseta seg í Gásadali: - Hevði eg bara havt eini sethús heruppi!
Tað vóru tó nógvar fortreytir sum skuldu fáast uppá pláss, áðrenn hetta kundi gerast veruleiki, millum annað at grundøki vóru til taks. Men eingi grundøki vóru tøk hjá Sørvágs kommunu beint tá, av teirri einfaldu orsøk, at einki var gjørt við nakra útstykking í Gásadali.
Í juni mánaði í fjør varð enn ein umsókn send kommununi, her Gásadalur er partur av. Og hesaferð bar betur til!
Á bygdaráðsfundi í september mánaði í fjør fekk umsókn hennara viðhald, og nakað undan jólum kom umsíðir tað brævið, sum Gunvør hevði bíðað so leingi eftir, og sum lat dreym hennara gerast veruleiki: Byggiloyvið til eini sethús í Gásadali.
Nú var bert eftir at fara undir útgrevstur og bygging av tí nýggja heiminum til seg og børn hennara.
Optimist
Gunvør hevur sjálvandi havt sína tíð at fyrireika seg uppá byggingina.
- Eg havi avtalað við ein her úr bygdini um at grava út fyri sethúsunum hjá mær.
- Hann er í løtuni í ferð við eitt annað arbeiði í Sørvági. So skjótt sum hann er liðugur har, fer hann at grava út hjá mær, sigur Gunvør ikki sørt spent á málinum.
Sjálv hevur – ella hevði! – Gunvør ætlanir um at flyta inn til jóla í ár. Spurningurin er tó, um hon nær tað.
- Er rokni heilt erliga ikki við at røkka tí, men ein hevur tó altíð lov til at vera optimist, sigur hon.
Sethúsini verða eini vanlig hús í einari hædd. Tey standa beint við stóra parkeringsøkið í bygdini, og hagani frá er lætt hjá gravimaskinum at koma til grundøkið.
Má upplivast
At flyta til eina so fjarskotna bygd sum Gásadal er ikki ein avgerð, ið verður tikin yvir náttina.
Tá Gunvør, sum annars er friðarlig av natúr, byrjaði at tosa um ætlanir sínar, fekk hon nógvar viðmerkingar frá fólki. Summi skiltu hana. Onnur ikki.
- Summi hildu meg vera púra øra í høvdinum, meðan onnur søgdu: - Hví ikki tað?!
- Eg haldi bara, at ein má hava upplivað lívið her í dalinum, fyri at kunna úttala seg um tað, sigur hon avgjørd.
Børnini gleða seg
Tá ein tekur eitt so stórt stig og haraftrat hevur fýra børn, er neyðugt at øll eru við uppá hugskotið. Tey eru úr 4 upp í 19 ár.
- Jú, eg havi sjálvandi spurt børnini, hvat tey hildu um hetta. Og tey vóru øll sera spent uppá tað, sigur Gunvør.
Hon hevur haraftrat fingið ein verson, og hava hann og dóttir hennara hinvegin søkt um grundøki heilt úti í Runavík.
- Men eg havi tó sagt við tey, at tey kunnu altíð umbestemma seg og koma higar at búgva!, sigur hon við einum brosi.
Ein idyllisk bygd
Tað var ein stórur dagur fyri gásadalsfólk, tá tunnilin til bygdina varð alment latin upp beint fyri jól í fjør.
Hetta gav boð um, at myndugleikarnir greitt ynsktu at hava lív í hesi bygdini, sum í síni tíð bert lá 1700 metrar frá framtíðini.
Ymiskar ætlanir hava verið frammi í bygdini, bæði innan aling og at gera eitt rættiliga stórt øki til summarhús.
Sjálv vónar Gunvør at fleiri fara at fylgja henni og vilja búseta seg í Gásadali. Og líkt er veruliga til at onnur hava sæð hetta sama. Á heimasíðuni hjá Vikublaðnum varð í farnu viku greitt frá eini familju, ið høvdu somu ætlanir sum Gunvør.
Hon veit um fleiri sum hava ætlanir um at byggja summarhús í Gásadali, millum annað fleiri fólk úr Havn sum ynskja at koma vestur higar at stressa av.
- Jú, eg vænti at tað fara at koma fleiri, sigur hon.
Fyri henni er bygdini eitt satt paradís og eitt serstakliga idylliskt stað, sum liggur burturfrá, men kortini tætt við meginøkið.
- Gásadalur er veruliga eitt stað, har ein kann slappa av og kopla fullkomuliga úr.
- Hetta er eisini eitt sera gott stað hjá børnum at vera í, slær Gunvør fast.
Serliga nógv børn eru her í bygdini um summarið. Vónað verður nú at tey nú fara at gerast enn fleiri í framtíðini – ALT ÁRIÐ!
Eingin kiosk í summar
Gunvør Ehlers er eitt satt konubrot, og hevur veruliga roynt at skapa nakað nýtt í hesi nýggju heimbygd síni.
Í fjør tók hann tað forvitnisliga stigið at lata upp eina kiosk í Gásadali, har møguleiki var at keypa sær kaffi og køkur.
- Eg veit, at tað er júst hetta sum ferðafólki leingist eftir, tá tey koma higar.
- Og tað vóru eisini nógv fólk sum høvdu hetta á orði. Tá tey sóu kaffimaskinuna, so jublaðu tey, sigur hon brosandi.
Sum støðan er í løtuni, fer Gunvør sjálv ikki at hava ein slíka kiosk í summar. Hon hevur so nógv annað at gera, men vónar kortini at onkur annar kann halda fram við henni.
- Eg haldi tað vera keðiligt hjá fólki, um einki var at fáa her, sigur Gunvør.
Kioskin stendur har, og er møguleiki at leiga hana, um áhugi er fyri tí.