18 altjóða veddingarfyritøkur hella til ein sigur til Borac

B36 spælir móti Borac Banja Luka í Europa Conference League undankappingini í kvøld klokkan 18

Í kvøld klokkan 18 skal B36 spæla seinna dystin í Europa Conference League undankappingini móti Borac Banja Luka úr Bosnia. Bosniska liðið vann fyrra dystin 2-0. 

 

Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 17.45. 

 

Tá B36 var á útivølli í farnu viku var Borac stórur favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkunum til at vinna dystin.

 

18 altjóða veddingarfyritøkur hella hesaferð til ein útisigur til Borac, men Borac er langt frá tí favorittstøðuni teir høvdu í heimadystinum í Bosnia.

 

Oddsini uppá heimasigur til B36 liggja millum 3,30 og 3,90. Oddsini uppá útisigur til Borac liggja millum 1,85 og 2,05.

 

Oddsini uppá javnleik liggja millum 3,25 og 3,60.

 

Her eru oddsini uppá dystin: 

 

##med2##