Tann 18 ára gamli Laarseeraq Larsen úr Aasiat í Grønlandi varð saknaður, tá skipið varð farið av Havnini leygardagin.
Drongurin var seinast sæddur uttan fyri Club 20 í Havn leygarnáttina. Hann varð eftirlýstur í útvarpinum, men tá maðurin kortini ikki varð funnin, varð farið at leita.
Kavarar frá Brandstøðini í Havn hava leitað við Eystaru Bryggju, har skipið lá, men har var einki at síggja.
Síðani varð leitað meira gjølla um alla vágna, og klokkan 16:08 mikudagin funnu teir líkið av einum ungum manni, sum passaði væl til lýsingina av Laarseraq Larsen.
Ein neyvari eyðkenning skal fyrrapartin í dag staðfesta samleikan hjá manninum.
Politiið í Havn hevur boðað grønlendska politinum frá og biðið teir um upplýsingar at eyðmerkja mannin við, eins og biðið grønlendska politiið boða avvarðandi og reiðaríi frá, sigur Suni Vinther, varapolitiinspektørur.