1800 metrar um tvey ár

1800 metrar av flogvølli og nútíðarhóskandi terminal fyri 412 milliónir. Tilmælið hjá P/F Vága Floghavn um útbygging av flogvøllinum varð lagt fram í dag, og skal útbyggingin verða liðug longu um tvey ár

Samferðsla

Rógvi Nybo

[email protected]


Arbeiðið verður boðið út í desember, tilboðini skulu vera inni í februar og undirskrift sett á í apríl mánaði. Síðani skal arbeiðið í gongd og eftir ætlanini skal tað verða liðugt á heysti í 2011.

Hetta er tilmælið frá P/F Vága Floghavn, ið skal standa fyri útbyggingini av flogvøllinum í Vágum. Tó skal Føroya Løgting fyrst taka støðu til, um hetta er tað, ið tað ynskir. Síðan skal tað samtykkja eina verklagslóg, soleiðis at farast kann undir útbyggingarnar, og ivaleyst verður hetta fyrsti buffarin, sum kann gera, at ætlanin dregur út.

Tó kunnu glottar hómast í hesum, tí áðrenn framløguna av tveimum ymiskum projektum, sum eru liðug og kostnaðarmett, segði Johan Dahl, sum er avvarðandi landsstýrismaður, at tá vit fara at byggja út, so gera vit tað ordiligt, og legði afturat, at hann ynskti at tað verður bygt út til 1800 metrar.


Ikki bara flogvøllurin

P/F Vága Floghavn byrjaði við seks ymiskum verkætlanum. Millum hesar verkætlanir vóru eitt nú ætlaðar útbyggingar til 1600 metrar og ymiskar ætlanir við nýggja terminalinum. Síðan vóru tvær verkætlanir útvaldar og kostnaðarmettar, har báðar innibera eina útbygging á 1800 metrar, 200 metrar vestur móti Sørvági og 350 metrar eystur móti Leitisvatni.

Men tað er ikki bert flogvøllurin sjálvur, ið skal leingjast. Útbyggingin inniber eisini at trygdarbreytirnar skulu víðkast og nýggj glíðibreyt skal gerast. Harumframt er dentur lagdur á, at sjálva farstøðin ikki má gerast ein fløskuhálsur. Har vóru tvær loysnir í at velja, antin at byggja terminalin út her og nú, ella at hyggja longur fram í tíðina og byggja ein terminal, sum hóskar til tørvin eini 10 til 15 ár fram í tíðina.


Landið má spýta í eisini

Men skal flogvøllurin byggjast út á 1800 metrar, samstundis sum ein nútíðarhóskandi terminalur, sum er hóskandi til tann tørvin, ið verður 10 til 15 ár frammi í tíðini, so verður neyðugt hjá Løgtinginum at seta pening av til hetta eisini.

Í 2006 vóru 365 milliónir krónur settar av til útbygging av flogvøllinum. Hetta er peningur, ið kom úr danska íleggingargrunninum fyri Føroyar.

Men skal tilmælið hjá Vága Floghavn fylgjast, verður kostnaðurin um 412 milliónir krónur, við 26 milliónum krónum í óvissu. Sostatt má Føroya Løgting eisini seta um 60 milliónir krónur av til útbyggingina, skal henda ætlanin førast út í lívið.


1800 metrar bíligari hjá fólkinum

Orsøkin til at so nógv hevur verið tosað um, hvørt flogvøllurin skal vera 1600 metrar ella 1800 metrar langur, er at hesi bæði eru tvey spennandi mark fyri, hvørji flogfør kunnu lenda í Vágum, og hvussu nógv flogførini kunnu flyta.

Verður bygt út til 1600 metrar, kunnu nøkur fleiri sløg av flogførum lenda í Vágum, enn tað er gjørligt í dag. Men verður hinvegin bygt út til 1800 metrar, kunnu tey flestu flogførini, ið tað er hugsandi kunnu flúgva til Føroya, lenda á vøllinum, umframt at smærri flogførini eisini kunnu nýta longu breytina soleiðis, at tey kunnu frakta meira, antin farm ella fólk.

- Tað er betri útnyttilsi av kapasitetinum við einum longri vølli. Tá kunnu vit flyta fleiri ferðafólk og meira farm í senn, og hetta átti so merkt at prísirnir verða minni. Í øllum førum verður grundarlag fyri tí tá, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í Vága Floghavn.