18000 tons á uppboðssølu í dag

Triðja opna uppboðssølan verður hildin í dag á Fiskamarknaði Føroya klokkan 13 í dag.

 

Til sølu í dag eru 9000 tons av norðhavssild og 9000 tons av svartkjafti.

 

Sum sagt, so er hetta triðja opna uppboðssølan. Seinasta opna uppboðssølan var 29. august, tá 9000 tons av svartkjafti blivu seld fyri ein miðalprís á 0,24 krónur pr. kilo fyri tilsamans 2,13 milliónir krónur. 900 tons av norðhavssild blivu seld fyri ein miðalprís á 1,87 krónur pr. kilo, ið bleiv selt fyri tilsamans 16,85 milliónir krónur.

 

Fyrsta opna uppboðssølan í ár var 22. august, tá 1106 tons av botnfiski í Barentshavinum blivu seld fyri 2,13 milliónir krónur og 5447 tons av makreli blivu seld fyri ein miðalprís á 3,12 krónur pr. kilo, ið fór fyri tilsamans 16,97 milliónir krónur.