Kópakonan dregur ferðafólk til Kalsoynna, men ein túrur norðast á Kalsoynna, dregur eisini nógv ferðafólk til Kalsoynna.
— Føroyingar vitja Kópakonuna í Mikladali, men tey fremmandu ferðafólkini fara norð til Trøllanes og ganga so norð á vitan. Tað vísir seg, at tað er vorðið eitt av teimum kendastu støðunum í landinum, sum flestu útlendingarnir vilja vitja, sigur Olivur Thomsen frá Visit Kalsoy.
Hann heldur, at vitin á Kallinum er vorðið enn kendari enn Kirkjubømúrurin, sum hevur verið eitt av kendastu ferðamannastøðunum í Føroyum í nógv ár.
Olivur vísir eisini á, at tað er ikki fyrr enn ferðafólkini eru í Trøllanesi, at tey hoyra um Kópakonuna, og so vilja fleiri teirra eisini fara til Mikladals og síggja hana.
Tað er serliga um summarmánaðirnar, at nógv ferðast til Kalsoynna. Til dømis vóru 9.755 ferðafólk í Kalsoynni í juli mánaði í fjør. Hægsta talið av ferðandi í ein mánað var tó í 2016, tá ið 11.631 ferðafólk vóru í Kalsoynni í juli mánaða.
Við so nógvum ferðafólki, skapar tað onkuntíð ferðsluruðuleika. Sam tekur bara 13 ella 14 bilar, og ofta standa bilar eftir á bryggjuni í Klaksvík ella á Syðradali, sum ikki sleppa við. Trupulleikar eru eisini í Kalsoynni, har vegakervið ikki er útbygt til so nógva ferðslu. Hagtøl vísa, at í juli í fjør vóru 1431 akfør í Kalsoynni.
Bussurin í Kalsoynni tekur 19 ferðafólk, men tað er verri enn so altíð, at hann er fullur. Hagtøl frá í fjør vísa, at í miðal koyrdu 17 fólk við bussinum hvønn dag í fjør. Tá koyrdi bussurin ikki í sambandi við allar túrarnar hjá Sam, men nú frá 1. mai í ár fer bussurin at koyra í samband við allar túrarnar hjá Sam. Tað ger, at tað verður lættari at ferðast, og væntandi fer tað at taka eitt sindur av trýstinum, sum er á Sam, at ikki øll fara at taka bilar við í Kalsoynna, men at tey heldur fara at nýta bussin.
– Trupulleikin er, at bussurin í oynni nær ikki allar ruturnar hjá Sam. Tí ynskja vit, at túrarnir vera meira spjaddir, sigur Olivur Thomsen, stjóri í Visit Kalsoy.