Føroyska U21-landsliðið roynir framvegis at vinna sær fyrstu stigini í EM-undankappingini, og í kvøld hava teir so aftur ein møguleika, tá ið Russland, sum er á næstaftasta plássi, vitjar á Svangaskarði.
Møguleikin er tó ikki stórur. Tað eru veddingarfyritøkur kring heimin samdar um. Tær 55 veddingarfyritøkur, sum hava odds upp á dystin, hava í miðal odds 15,51 upp á Føroyar. Tað merkir, at tær meta tað vera 6% møguleiki fyri føroyskum sigri.
Russland er stórfavorittur. Veddingarfyritøkurnar meta, at tað er 81% møguleiki fyri russiskum sigri, meðan tað er 13% møguleiki fyri einum javnleiki. Tær halda tískil, at tað er 19% møguleiki fyri at Føroyar fær sítt fyrsta stig í kvøld.
Um nakar fult og fast trýr upp á, at Føroyar vinnur í kvøld, so eru nógvir pengar at vinna. Hjá Pinnacle fært tú nevniliga pengarnar 21 ferðir aftur upp á føroyskan sigur.
Dysturin ímillum Føroyar og Russland verður á Svangaskarði nú kl.18.00. Rás2 er sum vera man á staðnum við beinleiðis frásøgn frá dystinum.