Nógvar milliónir hyggja at, meðan Eurovision fer fram.
Tað er ikki longur bara úr hinum endanum á sofuni, at meiningar um listafólkini verða sagdar. Tær eru eisini fluttar á sosialu miðlarnar.
Hóast Sissal sjálv er virkin har og deilir backstage myndir og smaksroyndir úr sangi sínum, "Hallucination", so roynir hon at lata vera við at skrolla ov nógv.
- Eg googli heldur ikki sjálv. Men úr tí eg havi lisið, so haldi eg, at eg samanumtikið fái nógvan kærleika. Men tað eru eisini nøkur, sum skriva, at eg skríggi og tílíkt, sigur Sissal.
Tó rína slíkar viðmerkingar ikki við hana.
- Eg veit, hvat virkar og hvat ikki virkar, sigur hon.
- Eg eri sjálvandi bara eitt menniskja. Okkurt særir. Men tað sigur mær einki, um fólk døma meg eftir míni útsjónd. Tað er meira um fólk traðka á mín persón ella mála eina mynd av hvør eg eri og tað ikki passar, sigur hon.
- Eg blívi kanska irriterað av tí og føli hug at verja meg ímóti tí. Men tað hjálpir at vera eldri og at hava arbeitt við mær sjálvari, sigur 30 ára gamla songkvinnan.
Sissal kemur sjálvsagt við sínum sjálvsáliti á pallin í kvøld, har hon skal royna at vinna Danmark pláss í Eurovision finaluna leygardagin.
- Eg eri kanska ikki álakløn, og eg gangi í trongum klæðum. Tað er ikki ein partur av mínari ímynd, at eg eri ein kvinna, sum tosar um kropsligan positivitet. Eg eri bara til í einum størri kroppi og í einum sterkum kroppi. Men tað eru nøkur, sum verða provokerað av tí, sigur hon og heldur fram:
- Eg síggi ikki trupulleikan í at hava stór lør ella eitt sindur leysa húð. Tað eru so nógv onnur ting við, hvør tú ert, enn hvussu tú sært út. Men mær dámar væl, hvussu eg síggi út. Eg havi eisini vigað 40 kilo meira og hvílt í mær sjálvari.
Føroyska Sissal búði her heima, áðrenn hon flutti til Keypmannahavnar í 2020, har hon býr saman við døtrum sínum frá einum fyrrverandi parlagi og lesur til lærara.
Síðani hon var lítil, hevur hon elskað at verið á palli, og sum tíggju ára gomul vann hon føroyska svarið til barna Melodi Grand Prix, MGP.
- Mær dámar væl at vísa, hvør eg eri. Tað kemur nátúrliga til mín. Og eg eri eisini uppvaksin saman við tveimum systrum og einari mammu, sum allar eru sera sjálvstøðugar kvinnur, sum altíð hava nørt meg við positiviteti. - Eg fokuseri á tað, sum eg dugi væl, sigur hon.
- Eg síggi meg ikki sum Guds gávu til fólkið ella haldi meg vera betri enn onnur. Men eg havi brúk fyri at undirhalda og at verða sædd og hoyrd á onkran hátt.
/Ritzau/