Hitt 19. umfarið í Effodeildini 2016 varð leikt frá fríggjadegi til sunnudag í farnu viku. Heili 27 mál vórðu skotin, og úrslitini vóru hesi:
KÍ-Skála 5-0
B36-AB 2-1
NSÍ-ÍF 7-1
Víkingur-B68 5-1
HB-TB 4-1
Hetta er greitt málmet í hesum kappingarárinum, tí at næstmálríkasta umfarið í ár var 9. umfar, og tá vórðu ,,bara" 21 mál skotin. Tá vóru úrslitini hesi:
KÍ-B68 4-1
Víkingur-B36 1-0
ÍF-HB 4-2
NSÍ-AB 2-1
Skála-TB 5-1
Av teimum meira keðiligu hagtølunum kann sigast, at 6. umfar var tað málfátækasta umfarið higartil í ár, tá ið bert 9 mál blivu skotin. Tá vóru úrslitini hesi:
TB-ÍF 0-3
KÍ-Skála 1-1
HB-AB 0-0
Skála-B68 0-0
NSÍ-Víkingur 1-3
Málríkasti dysturin í hesum kappingarárinum higartil er dysturin ímillum NSÍ og ÍF, sum varð leiktur við Løkin farna sunnudag. NSÍ vann hendan dystin 7-1.
Teir málfátækastu dystirnir eru so sjálvandi teir sjey dystirnir, ið eru endaðir málleysir - 0-0.
Tilsamans eru 290 mál skotin í teimum 95 dystunum, sum eru spældir í Effodeildini í hesum kappingarárinum. Hetta merkir, at í miðal verða 3,05 mál skotin í hvørjum dysti.
Hesi tølini merkja eisini, at í miðal blíva 15,26 mál skotin í hvørjum umfari.
Toppskjútti í Effodeildini er, sum vanligt freistast ein at siga, Klæmint Olsen hjá NSÍ, ið higartil hevur skorað 19 mál í eins nógvum umførum. Honum á baki eru framherjarnir hjá KÍ, Jóannes Bjartalíð og Páll Klettskarð, sum hava skorað ávíkavist 15 og 14 mál.