190 tilburðir í fjør

Hetta er talið av føroyingum, sum í 2002 fingu staðfest krabbamein. Hetta er 29 fleiri enn árið fyri

Hetta stendur at lesa í ársfrágreiðingini hjá Føroya Felag móti Krabbameini. Talið av krabbatilburðum í fjør er eisini hægri enn miðaltalið átta tey seinastu árini, sum er 180 tilburðir.
23 tilburðir av bróstkrabba vórðu staðfestir í fjør, og hetta talið er fimm færri enn árið fyri. Í miðal hava eisini 23 fólk fingið staðfest bróstkrabba seinastu átta árini.
18 fólk fingu staðfest lungnakrabba í 2002. Hetta eru tríggir fleiri enn í 2001. Í miðal hava 15 fólk fingið lungnakrabba um árið seinastu átta árini.

Fleiri kvinnur spyrja
Føroya Felag móti Krabbameini hevur eisini eina ráðgevingarstovu, har fólk kunnu ringja ella koma á gátt at spyrja um ráð. Í 2002 vóru 712 telefonsamrøður og vitjanir á ráðgevingarstovuni. Hetta er størsta talið av fyrispurningum, síðan felagið fór at skráseta sítt virksemi.
Tað vísir seg, at nógv fleiri kvinnur enn menn nýta hesa tænastu. 83,4 prosent av fyrispurningunum komu frá konufólki, meðan 16,6 prosent komu frá mannfólki.
Tølini í 2000 og 2001 vóru ávikavist 595 og 430 samtalur og vitjanir. Umleið 35 sjálvboðin eru knýtt at virkseminum í felagnum.

Eftirlýsa einum alternativi
Felagið fílist í ársfrágreiðingini á, at einki alternativ er til sjúkrahúsið, so at álvarsliga sjúkir krabbameinssjúklingar kunnu fáa viðgerð heima ella á einum øðrum stað uttanfyri sjúkrahúsið.
Helena Dam á Neystabø setti í síni tíð sum landsstýriskvinna ein arbeiðsbólk at kanna møguleikarnar fyri hesum, og eftirmaður hennara, Sámal Petur í Grund, fekk álit handað frá bólkinum.
Eftir ætlan skuldi eitt palliativt team setast á stovn á Landssjúkrahúsinum, men vegna vantandi fígging er hetta útsett, sigur Føroya Felag móti Krabbameini í ársfrágreiðing síni.