1900 tons á veg heim av Flemish Kap

- Feløgini, ið eiga frystilínuskipini, sum hava verið á Flemish Kap, eru vælkomin at bjóða fiskin út á uppboðssøluni, sigur stjórin, Høgni Hansen.

 

Nú frystilínuskipini, sum seinastu tíðina hava verið á Flemish Kap, eru á veg heim, merkir tað samstundis, at nógvur frystur fiskur er á veg heim til Føroya í einum.

Kvotan á Flemish Kap í ár er 1.907 tons av toski, og í gjáramorgunin høvdu skipini sambært Vørn fiskað sløk 1.796 tons. Tískil vóru einans 110 tons eftir at fiska týsdagin.

Í gjár vóru nøkur skip longu farin at sigla heim.

Men, hvat merkir tað, at stívliga 1.900 tons av frystum toski koma heim í senn, og hvussu verður hesin fiskur seldur?

Tað hava vit spurt Høgna Hansen, stjóra á Fiskamarknaði Føroya um.

- Tað vanliga í slíkum føri er, at feløgini, sum eiga skipini, sjálvi bjóða fiskin út til hugsandi keyparar. Galdandi lóg sigur einki um, at hesin fiskur skal bjóðast út á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya.

Stjórin á Fiskamarknaði Føroya vísir á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum við kunngerð kann áseta, at ávísur partur av veiðini skal bjóðast út, men ein slík kunngerð er ikki lýst.

Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, væntar tískil ikki, at frysti fiskurin av Flemish Kap í stóran mun verður boðin út hjá Fiskamarknaði Føroya, men hann leggur aftrat, at feløgini sjálvandi eru vælkomin at bjóða fiskin út á uppboðssøluni.

Feløgini, sum eiga skipini, hava sínar kontaktir, og í slíkum førum selja tey oftast fiskin sjálvi. - Onkuntíð hava vit bjóðað nakað út á uppboðssøluni fyri skipini, og tey eru eisini vælkomin hesaferð.

Høgni Hansen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur í morgun, at tey higartil onga áheitan hava fingið frá skipunum á Flemish Kap um at bjóða frysta fiskin út á uppboðssølu.

- Men, skipini eru ikki komin heim enn, leggur stjórin aftrat.

##med2##