Í 2008 varð flutt inn í nýggjasta partin av Tofta skúla. Ætlanin var alla tíðina eisini at gera munandi ábøtur á 1981-bygningin beinanvegin.
Men, peningur var ikki til tað tá, og tí varð samtykt, at hetta mátti gerast stig fyri stig.
Seinastu árini eru munandi ábøtur gjørdar í svimjihylinum eins og á útveggirnar á vestursíðuni í 1981-bygninginum.
- Nývalda bygdaráðið, sum tók við í januar, ætlar eisini at fremja munandi ábøtur í skúlanum. Men hetta má gerast stig fyri stig.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu í dag verður víst á, at ein støðulýsing av 1958-bygninginum staðfestir, at bygningurin er ikki tættur og má tí klæðast.
##med2##
- Í samráð við Teknistovuna í Gøtu varð arbeiðið at klæða útveggirnar á 1958-bygninginum útboðið millum tríggjar arbeiðstakarar í vár. Tá freistin at lata inn tilboð var farin hin 10. juni, vóru tvey tilboð komin.
Á bygdaráðsfundi hin 28. juni samtykti bygdaráðið í Nes kommunu at taka av lægra tilboðnum á 842.835 krónur, sum er frá byggifyritøkuni KBH á Toftum.
Meirvirðisgjald er ikki íroknað prísinum.
- Ætlanin er at fara undir arbeiðið sum skjótast, og tað verður Teknistovan í Gøtu, sum fer at hava eftirlitið fyri Nes kommunu, verður sagt á heimasíðuni í dag.