Í 2010 hevði niðurlendski Wesley Sneijder sítt lívs fótbóltsár, har hann vann Serie A og Champions League við Inter og seinni luttók í finaluni í HM í Suðurafrika hetta árið, har Holland gjørdist ov stutt í dysti ímóti Spania, ið Spania við máli frá Andrés Iniesta vann 1-0.
Í 2013 skifti Sneijder til turkiska Galatasaray, har hann hevur spælt til tann dag í dag. Men í Galatasaray spælir Sneijder neyvan leingi afturat.
Galatasaray vil fyri alt í verðini sleppa av við Sneijder, og nú roynir turkiska stórfelagið at trýsta álopssinnaða miðvallaran úr felagnum. Í dag er nevniliga komið undan kavi, at Galatasaray hevur álagt Sneijder at gjalda 2,2 milliónir fyri hvørt gult kort, sum hann fekk í farna kappingarári. Sneijder fekk sjey gul kort í síðsta kappingarári, og sostatt skal hann rinda 15,4 milliónir í bót fyri síni gulu kort.
Galatasaray longdi annars sáttmálan við Sneijder í oktober í fjør til 2018, men sambært umboðsmanninum hjá Sneijder var hetta bara tí, at felagið ynskti at fáa eina keypsupphædd fyri hann, ístaðin fyri at lata Sneijder fara fyri onki.
- Sáttmálin hjá Sneijder gekk út í summar, men teir í Galatasaray vóru altráir fyri at fáa hann at skriva nýggjan sáttmála. Viðhaldsfólkini elskaðu hann, og hann skuldi vera ein partur av framtíðar liðnum hjá Galatasaray, men nú er líkt til, at felagið vildi bara leingja um sáttmálan við tí endamáli at selja hann og fáa fíggjarligan vinning, sigur umboðsmaðurin hjá Sneijder, Guido Albers, við hollendska miðilin, De Telegraaf.
- Galatasaray roynir at happa Sneijder og reka hann úr felagnum. Hann fer sjálvandi ikki at gjalda fyri bótina. Tað er syndarligt, at eitt felag kann søkka so lágt, sigur Albers víðari.
Wesley Sneijder er 32 ára gamal og hevur spælt 121 landsdystir fyri Holland. Ivaleyst hevur hann skavað sær nóg mikið av peningi saman til at gjalda fyri eina slíka øra bót, tí at Sneijder hevur umboðað stórfeløg sum Ajax, Real Madrid og Inter. Men hetta er nú ikki ein nóg góð orsøk fyri at fáa eina slíka láturliga bót.