2,9 milliónir hyggjarir sótu leygardagin og hugdu eftir prinsessubrúdleypinum í Svøríki. Umleið ein hálv millión vóru úti á gøtuni í Stockholm, og veittraðu til nýgifta parið At tað var fólkafest var eingin ivi um, og tá Victoria krúnprinsessa helt talu frá balkongini, takkaði hon svenska fólkinum fyri, at hon hevði fingið sín prins.
Seinni helt brúðgómurin Daniel, pápi hansara Olle Westling og Carl Gustaf kongur í Svøríki, talur.
Pápi Prins Daniel segði millum annað ?Tú fortaldi mammu tíni og mær at tú hevði hitt eina gentu, ið tú vildi at vit skuldu møta. Men at tað var TANN gentan vistu vit ikki?