Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki vunnu seinnapartin greiðan 3-0 sigur á botnproppinum, KTP í heimadysti í bestu finsku fótbóltsdeildini.
SJK var á odda 2-0 í steðginum, og tí valdi venjarin hjá SJK at taka Samuel og tveir liðfelagar av vøllinum.
Kasper Paananen, Alenis Vargas og Babacar Fati syrgdu fyri málunum hjá SJK.
SJK er nummar fimm í deildini við 31 stigum. Inter Turku er fremst í deildini við 37 stigum.
Komandi leygardag klokkan 16.30 hevur SJK dyst á útivølli móti VPS.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum SJK Seinäjoki-KTP 3-0 (2-0):
##med2##