Flestu av hinum fótbóltsdeildunum fóru undir sínar kappingar fyri viku síðani, men orsakað av tøttu steypaskránni um páskirnar hevur næstbesta deildin bíðað eina viku.
Fimm dystir standa á skránni, og líkt er eisini til, at summir av hesum kunnu gerast rættuliga áhugaverdir.
Óli til Gøtu
Í gøtu hittast næstbestu liðini hjá GÍ og TB. Mest áhugaverda við hesum dysti er helst, um Óli Johannesen verður við á TB liðnum.
Tá vit frættu seinast, var spæliloyvi enn ikki komið til landið, men havandi í huga, hvussu skjótt eitt líknandi loyvi varð avgreitt fyri knappari viku síðani, er lítið at ivast í at hetta kemur í rættlag.
Áhugavert er eisini í hesum sambandi, at Gøta verður fyrsti staðið har Óli skal royna seg. Tað var jú júst GÍ, sum eisini vildi hava fatur á landsliðsleikaranum, men sum kunnugt valdi hann barndómsfelagið, og við landsliðsleikaranum á liðnum, hava tvørámenn fingið sær ein avgerandi fyrimun, longu áðrenn dysturin er byrjaður.
Tey næstbestu royna seg
Næstbesta liðið hjá klaksvíkingum skal eins og besta liðið til Havnar at royna seg. Onnur deild hjá KÍ skal tó royna seg móti B36, sum nú aftur hevur lið í næstbestu deildini.
Í fjør var B36 liðið fullkomuliga einaráðandi í triðju deild, og spennandi verður nú at síggja, hvussu leikur fer at fara í ár. Klaksvíkingar hava nú staðið sína roynd í 2. deild í nøkur ár tilsamans, og lítið er tí at ivast í, at teir fara at gera sítt fyri at prógva, at tað er munur á fótbóltsspælinum í triðju- og aðru deild.
Líkist toppdysti
Hóast tað enn ikki eru leiktir nakrir dystir í deildini, so kann dysturin í Fuglafirði nærum rópast fyri toppdyst.
Talan er um niðurfluttu fuglfirðingarnir, sum skulu royna seg móti grannunum úr Leirvík, sum tey bæði undanfarnu árini hava vunnið silvurmerki í aðru deild.
Einki er at ivast í, at bæði feløgini hava ætlanir um at enda ovarlaga í deildini, og tí er eisini umráðandi at fáa eina góða byrjan. Tá talan samstundis er um grannauppgerð, skuldu allar fortreytir fyri einum spennandi dysti verið til staðar.
Alt kann henda
Í Runavík skulu næstbestu liðini hjá NSÍ og HB royna seg. Bæði liðini mugu metast at vera heimahoyrandi í aðru deild, hóast tey neyvan vera millum liðini, sum skulu taka sær av heiðursmerkjunum seinast í september mánaði.
Mett eftir úrslitunum frá undanfarnu árum, mugu havnarmenninir metast sum lítlir favorittar, men runavíkingar hava fyrimun av heimavølli, so tað líkist einum dysti, har alt kann henda.
Royn tykist sterkari
Seinasti dysturin hetta umfarið verður í Hvalba, har EB/Streymur kemur á vitjan. Hvalbingar standa seg vanliga sera væl á heimavølli. Harumframt hevur EB/Streymur onkursvegna vanliga sera torført við at fóta sær fyrstu umførini av kappingini, og tí talar alt fyri einum heimasigri í hesum dysti.
Hetta er eisini neyðugt, um hvalbingar ætla sær at røkka teimum hæddum, sum liðið reið á í áttatiárunum, men sundalagsmenn ætla sær helst eisini at hava okkurt orð at siga í hesum sambandi.