Conference League: Dreymurin um deildarspæl livir hjá Mikkjali

AIK vann eittmálssigur á heimavølli

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spældi í kvøld dyst á heimavølli á Strawberry Arena í triðja undanumfarinum í Conference League. Talan var um fyrra dystin móti ungarska liðnum, Györ. AIK vann dystin 2-1.

 

AIK fekk eina dreymabyrjan. Í sjeynda minuttinum spældi Erik Flataker liðfelagan, Dino Besirovic leysan, og hann beindi bóltin í málið til 1-0. Tá klokkan vísti 21 minuttir økti Bersant Celina við einum væl plasseraðum skoti til 2-0. Støðan var leingi 2-0, men tá eitt lítið korter var eftir av dystinum eydnaðist tað Györ at minka um munin til 2-1.

 

Stóru svensku ítróttarmiðlarnir lata stórt sæð væl at avrikinum hjá AIK, men iðra seg um, at Györ fekk minkað um munin. 

 

Liðini hittast aftur í Ungarn komandi hóskvøld klokkan 18.

 

Áðrenn tað, komandi sunnudag klokkan 13 hevur AIK Stockholm eina stóra uppgávu á heimavølli í bestu svensku fótbóltsdeildini. Tá kemur Djurgården á vitjan, og verður ein rimmar lokaluppgerð á skránni.